Ein veikur hátrýstsryggur, beint norðan fyri Føroyar, fer í ein norðan, men viknar. Eitt lágtrýst, 980hPa, í ein útsynning úr Írlandi fer í ein landnyrðing. Um vikuskiftið mennist eitt nýtt lágtrýst vestan fyri Írland og í komandi viku fer lágtrýstið í ein norðan. Tilhoyrandi brúgvaløg koma væntandi inn yvir Føroyar mánakvøldið ella týsnáttina.
Í dag verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sunnan fyri upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Framvegis turt og skýggjað, men út á dagin sólglottar ymsa staðni. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig. Leygarnáttina verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sunnan fyri í støðum upp í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Tað verður turt og lutvíst klárt og hitin um 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Turt og sólin sær. Hitin um dagin millum 12 og 17 stig, um náttina niður í 10 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Framvegis turt og sól, men út á náttina dregur samanum. Hitin millum 12 og 17 stig, um náttina niður í 10 stig.
Mánadagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í stívt andøvsgul av eystri, 7 til 10 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul av suðri og ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og framvegis skýggjað, men út á kvøldið og náttina regn ella sirm av suðri og mjørki í støðum. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum ella eystri, undir 5 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynning. Skýggjað og stundum regn ella sirm og í støðum mjørki. Út á dagin klárar í og sólglottar, serliga sunnanfyri. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul, fyri tað mesta millum útsynning og vestan, undir 5 m/s. Fyrst skýggjað og regn ella sirm, men sum frá líður klárar í og sólglottar. Hitin millum 12 og 16 stig, um náttina niður í 10 stig.