Tó so hava seinastu dagarnir bjóðað upp á frálíkt sólskynsveður, hóast hitin ikki er heilt tann sami sum fyri einum mánaði síðani. Fólk flest eru komin aftur úr feriu, og eru farin tiil verka aftur. Onnur hava gjørt øvugt. Biðið arbeiðinum farvæl og eru farin undir nýggjan setning. Mongu útisetarnir eru dømi um hetta. Tey, sum lesa uttanfyri føroysku landoddarnar, men sum hava verið heima í summarfrí og vunnið sær pening, soleiðis at lestrarárið, sum stendur fyri framman, fellur lættari.
At færri ung andlit eru at síggja í býar- og bygdamyndini, eru greið tekin um, at summarið skjótt er av. Termometrið ber somu boð, men eitt annað gott dømi um, at ársins heitasta og ljósasta tíð gongur móti endanum, er fallandi talið av brúdleypum.
Í Summar hava vit í greinarøð varpað ljós á fleiri av hesum brúdleypum. Sjey Summar á rað hava vit havt tvær síður við flottum myndum, har brúðarpør hava greitt frá. Henda greinarøð er nú av og vit taka saman um hesaferð.
Ársins steypakapping í fótbólti er somuleiðis av. Endabresturin var farna vikuskiftið við tveimum fantastiskum finaludøgum á Tórsvølli. Venjararnir hjá finalistunum í kappingini um løgmanssteypið, Jógvan Martin Olsen og Heðin Askham, líta aftur á finaluna og taka samanum í hesum blað.
Av øðrum tilfari borðreiðir Summar hesaferð við drúgvari samrøðu við Miðflokkamannin Bill Justinussen, einari søgu um film, ið viðger samleika, umframt at vit aðrastaðni fara í dýpdina við hugtakinum sjálvsøkni.
Við øðrum orðum borðreiða vit við eitt sindur av hvørjum, júst eins og summarið hevur gjørt.