Fantastiskir summartónar streyma úr Sjónleikarhúsinum í kvøld, har Guðrið hevur útgávukonsertir Fyrra útgávukonsertin hjá Guðrið Hansdóttir er júst liðug, og ger hon klárt til seinnu útgávukonsertina, sum byrjaði klokkan 22.00. Áðrenn hon sleppur framat aftur, hitar Heiðrik á Heygum upp.
Konsertin, sum byrjaði klokkan 20.00, var ein tónleikalig uppliving av teimum heilt frægu. Við ikki færri enn 11 fólkum á palli, fylti Guðrið Hansdóttir Sjónleikarhúsið í Havn við summarligum tónum av síni nýggjastu fløgu, The Sky Is Opening. Tónleikurin breiddi seg yvir sjangrurnar popp, rokk og fólkatónleik, sum hon framførdi saman við væl samansettu manningini.
Mánadagin verður ummæli av fantastisku konsertini hjá Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum at lesa í Sosialinum.