Líkt er til, at ein verður noyddur at fara av landinum, um ein ynskir sær eitt summar við sól og hita. Sambært veðurstovninum Weather Services International, sum gera langtíðarforsøgnir av veðrinum, fer veðrið í Evropa í restini av juni og juli í stóran mun at vera líkt tí, vit hava sæð higartil.
Veðurstovnurin væntar eitt kalt og vátt summar í vestara partinum av Evropa, har hitin fer at vera lægri enn miðalhitin seinastu árini. Hendan støðan er galdandi fyri Føroyar, Stórabretland og stórar partar av vesturevropa. Suðurnorreg, Danmark og mið og landsynningsevropa fáa eitt summar, sum kanska er eitt vet betri enn vanligt, men um tú veruliga vil uppliva eitt fantastiskt summar, skalt tú í ár vitja norðaru partarnar av skandinavia ella eysturevropa.
Forsøgnin fyri juni og juli sær soleiðis út:
Skandinavia – heitari enn vanligt
Oyggjarnar í Atlantshavinum – kaldari enn vanligt
Meginlandið – heitari enn vanligt eystanfyri, kaldari vestanfyri