Tiltakið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, sum kommunurnar eru felags um.
Gingið varð frá skúlanum við Løkin og av Svangaskarið og fólk savnaðust við Toftavatn.
Hóast tað stundum regnaði illa var løtan góð.
Ólavur Højgaard sang og Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu, hugleiddi um minnir úr barna og ungdómsárunum.
Endað varð við tjóðsanginum áðrenn fólk fóru heim, hvør sína leið, eftir gøtunum kring Toftavatn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##