Summarmynd hvørvur í dag

Fyrrapartin eru nógvir kappróðrarbátar á vegunum við kós á ólavsøku

Síðsti kappróðurin í ár verður seinnapartin, tá ið tað verður róð á ólavsøku á Havnarvág.

Tað eru ikki so nógv ár síðani, at kappróðrarbátarnir komu til Havnar umborð á skipum. Nú eru tað bara bátarnir úr Suðuroy, sum verða fluttir sjóvegis.

Eftir at samferðslunetið er nógv útbygt við tunlum og brúm og undirsjóvartunlarnir eru komnir, verða bátarnir fluttir yvir land. Frá mánaðarskiftinum mai/juni, tá ið norðoyastevna er í Klaksvík og fram til ólavsøkuaftan síggjast kappróðrarbátar á vegunum. Teir størstu verða fluttir við trailarum, og teir smærru eru at síggja á vognum.

Undan ólavsøku hevur ferðslan til og úr Havnini verið stór við kappróðrarbátum, sum hava vant á Havnarvág. Í morgun stevna allir bátarnir til Havnar, og tá ið teir eru farnir til hús aftur eftir ólavsøkuróðurin, verður summarmyndin við kappróðrarbátum á vegunum ikki at síggja aftur fyrrenn á norðoyastevnu næsta ár.

Henda myndin varð tikin á Kalbaksvegnum leygardagin, tá ið gentubáturin í Fuglafirði, Silja, sum seinnapartin fer at kappast við Drekan hjá Havnar Róðrarfelag um FM heitið, var á veg norður aftur eftir venjing á Havnarvág.