Páll á Reynatúgvu hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum ein §52a fyrispurning viðvíkjandi vikuskiftissiglingini hjá Teistanum í summar.
Løgtingslimurin úr Sandoynni vísir á, at tá ferðaætlanin hjá Teistanum var broytt herfyri, fyri at halda krøvunum um hvílitíð hjá manningini, versnaðu ferðamøguleikarnar hjá sandoyingum um vikuskiftið munandi. Í viðmerkingunum til spurningin skrivar hann, at tað er serliga frítíðarvirksemið í oynni, so sum ítrótturin og mentanarlívið, sum hevur fingið ampa av broytingunum.
Landsstýrismaðurin skilir, at sáttmálar mugu fylgjast, men ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum, upp móti ynskinum um eina vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð, og sigur, at tað kann ikki vera rímiligt, at Teistin liggur stillur ein stóran part av miðjum degi um vikuskifti.
- Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini, serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi, skrivar hann.
Av tí at ofta eru nógvir húsvagnar, sum skulu til oynna hesar dagarnar, avmarkar tað talið av akførum, ið sleppa við enn meiri, og tá kann bíðitíðin í Skopun ella á Gomlurætt gerast ótolandi long.
- Nøgdsemi hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær?
2. Er tað rímiligt at Teistin leggur stilt, stóran part av miðjum degi, leygardag og sunnudag?
3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og hvussu?
4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsa at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og hvørjir møguleikar eru til tess?