Summarsiglingin hjá Norrønu er nú byrjað

Tíðliga mánamorgunin kom Norrøna á Havnina av fyrsta túrinum í ár. Við á ferðini úr Hanstholm vóru 208 ferðafólk og 70 bilar. Tá Norrøna legði avstað aftur við kós móti Shetlandi og Noregi vóru 560 ferðafólk við og 34 bilar

Tá Norrøna stevnir inn á Havnarvág, so vita vit at føroyska summarið er byrjað. Og so kann tað regna sum tað vil.

Siglingin hjá Norrønu er longd við tveimum vikum í ár. Einari í byrjanini og einari í endanum.

Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at tey eru vælnøgd við áhugan higartil.

? Gongur sum higartil, verður ein vøkstur í ferðafólkatalinum í ár, sigur hann.

Ferðaætlanin hjá Norrønu er broytt í ár. Norrøna siglir í ár aftur til Shetlands og til Hanstholm og verður ferðafólkatalið á fyrsta túrinum úr Føroyum brúkt sum ábending, so sær gott út fyri túrunum til Shetlands og Noregs.

Ikki færri enn 560 ferðafólk og 34 bilar eru við á fyrsta túrinumtil Shetlands.

Skipað er fyri cruiseferðum til Noregs og minicruiseferðum til Shetlands á fyrsta túrinum og undirtøkan hevur verið sera stór.

? Ein stórur partur av ferðafólkunum eru á slíkari ferð. Eitt nú eru fleiri bindiklubbar við á túrinum.


Hanstholm er

ein betri leið

Eins og Shetland er Hanstholm aftur á kortinum hjá Norrønu í ár.

Kann hetta ikki fara at minka um ferðafólkatalið á Danmarkarleiðini?

? Nei. Farleiðin til Hanstholm er tríggjar-fýra tímar styttri enn til Esbjerg og hartil kemur at tað eru so stak góðir ferðamøguleikar í Norðurjútlandi.

? Hjá ferðafólkum, sum skulu til Keypmannahavnar er Hanstholm eisini betri. Tað tekur longri tíð at koyra, men av tí at Norrøna er fyrr í Hanstholm, so eru ferðafólkini í Keypmannahavn áðrenn midnátt. Og tá brúgvin um Stórabelt letur upp, verður uppaftur lættari.


Nógv tiltøk

Eins og undanfarin ár skipar Smyril Line fyri ymsum »sertúrum« í ár.

Á fyrsta túrinum til Shetlands er mótasýning á skránni og á fyrsta túrinum til Danmarkar komandi vikuskifti verður skipað fyri bridgekapping.

Seinni í ár verður skipað fyri harmonikutúri og eisini er ein sjavskapping á skránni seinni í ár.

Hesir túrarnireru væl vitjaðir og serliga er harmonikutúrurin væl dámdur millum ferðafólk.


Vælegnað til fiskaflutning

Farleiðin til Hanstholm gevur fiskaútflytarunum betri umstøður.

? Norrøna er í Hanstholm seinnapart leygardag og tað ber væl til at fáa fiskin niður á europeisku marknaðirnar mánamorgun, sigur Jónfinn Simonsen.

Umstøðurnar í Esbjerg vóru ikki nóg góðar. Eitt nú var torført at fáa fólk til arbeiðis seint leygarkvøld, men tað stendur ikki á í Hanstholm.

? Býurin er ein tænastubýur og tað liva tey upp til. Tey eru meira fleksibul í Hanstholm enn í Esbjerg, sigur Jónfinn.


Góðsflutningur

til Føroya

Seinastu árini hevur Smyril Line flutt bilar og annað góðs fyri Skipafelagið, tá tað var ov fult hjá teimum, men meðan Pasadena sigldi datt hetta biður fyri.

Men tað er nakað sum bendir á, at hetta verður tikið uppaftur í ár.

? Tað fyriliggur ikki nøkur beinleiðis avtalað millum feløgini, men teir eru í Hirtshals og vit í Hanstholm so frástøðan er ikki so long, sigur Jónfinn Simonsen.

Á fyrsta túrinum úr Hanstholm hevði Norrøna væl av bilum við til Føroya.

? Orsakað av verkfallinum var nakað av góðsi, sum Skipafelagið ikki hevði pláss fyri og tí var tað sent við okkum. Hetta hava vit gjørt fyrr, og vit halda fram við tí í ár tá tað ber til, sigur Jónfinn Simonsen.

Norrøna er í Føroyum mánamorgun, og tí er hetta sambandið vælegnað til flutning til Føroya.

? Vit kunnu heinta og pakka góðsi hjá sendaranum og koyra tað til dyrnar hjá móttakaranum.

? Og er ov fult hjá okkum úr Danmark, so ber til at flyta vørurnar til Bergens og víðari til Føroya haðani, sigur Jónfinn Simonsen.