Summarstevnan í ytsta útjaðara við Gjógv

Í ár verður útoyggjastevnan í nýggjum hami


Í ár verður útoyggjastevnan ikki á útoyggj.

Tvørturímóti verður hon í einari av fjarskotnastu bygdunum á meginlandinum, nevniliga við Gjógv.

 

Útoyggjafelagið boðar í morgun frá á heimasíðu síni, at leygardagin 21. juni verður Gjáar bygd karmur um eina summarstevnu, sum verður ístaðin fyri útoyggjastevnuna.

Men samstundis er greitt, at næsta ár verður útoyggjastevnan í Skúgvi.

 

Henda dagin á summarstevnuni, verður kikarin settur á Gjáar bygd sum heimstaður, sum mentanarbygd, og sum eitt av økjunum í útjaðaranum, ið tørvur er á, at lívga.

 

Grundarlagið undir hesum tiltaki á ytsta útjaðaranum á meginlandinum, eitt samstarv ímillum útoyggjarnar og Gjáar bygd, í samband við eina verkætlan, sum er nevnd, Luttøka og íverkseting.

 

Tiltakið við Gjógv, verður skipað á sama hátt sum útoyggjastevnurnar, og endamálið er tað saman, nevniliga, at seta kikaran á teir møguleikar, sum eru í at  vera fjarskotin bygd í Føroyum – og á tær forðingarnar, sum eru.

 

Á skránni hendan dagin verður bæði fólkafundur, mentanartiltøk, framsýningar, undirhald, dansur og matur.

 

Hóast Gjárar bygd er á meginlandinum er hon líka illa fyri til gongdina í fólkatalinum og fólka samanseting.

 

Bið Gjógv búgva 31 fólk og miðalaldurin liggur um 63 ár.

Hetta kann samanberast við Svínoy, har tað eisini búgva 31 fólk, men miðalaldurin er 53 ár. 

 

- Skulu útoyggjarnar og bygdir sum Gjógv hóra undan í kappingini um búseting í Føroyum, er tørvur á, at politiska skipanin viðurkennir seg hesi øki, og er sinnað at taka tey neyðugu tøkini, fyri at skapa livilíkindi, sigur útoyggjafelagið.

 

Ofta verður sagt, at tað er ein natúrlig gongd, at fólkatalið á smábygd minkar.

Men útouyggjafelagið, Sunda Kommuna og gjáarfólk, sum fyrireika stevnuna í felag, halda, at hetta er ein natúrlig gongd, tá ið hugsað verður um hvussu nógv, tænasturnar til hesi plássini – og á plássunum- eru skerdar.

 

Eitt nú er eingin bussleið um veturin, tað er eingin skúli og hvørki handil, ella aðrar tænastur-

Men útoyggjafelagið heldur, at ytsti útjaðarin í Føroyum hevur alstóran týdning fyri menningina av landinum.  

Livir alt fólkið ikki undir somu treytum mennist eitt land ikki, heldur felagið.

 

Avtofta vit tann ytsta útjaðaran, verður útjaðarin bara fluttur longur inn í móti meginøkinum. Tað fera at økja um fráflytingina úr Føroyum, og gera tað minni áhugavert at flyta til Føroyar, heldur Útoyggjafelagið.