Summartónar eru um alt landið

Summartónar fóru av bakkastokki leygardagin, tá Gunnhildur H. Gudmundsdóttir spældi verk eftir Sunnleifi Rasmussen, Edvardi Nyholm Debess og Kristiani Blak í Fútastovu.

Summartónar


Summartónar 2007 fór av bakkastokki leygardagin í Fútasstovu í Havn. Fyrsta konsertin var solokonsert við íslendsk/svenska celloleikaranum Gunnhildur H. Gudmundsdóttir. Hon spældi bert føroysk verk, av Kristian Blak, Edvardi N. Debess og Sunleifi Rasmussen.Eitt av høvuðsendamálunum við Summartónum er at geva føroyskum tónaskøldum at fáa framført sín tónleik, hetta á einum høgum tónleikarligum støði.

Í hesum sambandi eru tónleikarar og tónaskøld komin til Føroya, úr m.a. Eysturríki og Suður Afriku, Svøríki, Íslandi. Norski gesturin í ár er guitarleikarin Odd Arne Jacobsen.

Hesin hevur tætt samstarv við bassleikaran og tónaskaldið Edvard N. Debess, og hava teir báðir spælt saman í eini tvey ár.

Í januar 2007 luttóku teir báðir á Nordlysfestivalen í Tromsø. Her var m.a. frumframførsla av verkinum “For Strings only”, sum er skriva fyri guitar og kontrabass, og strúkikvartet. Hetta verkið verður eisini framført á Summartónum. Fyriuttan Odd Arne og Edvard luttaka, á violin Angelika Nielsen og Jóna Jacobsen, á cello Gunnhildur H. Gudmundsdóttir og á bratsj Erika Sødersten. Konsertirnar við hesum verða hósdagin klokkan 21 í Posthúskjallaranum í Tórshavn og leygardagin klokkan21 í Bygdarhúsinum við Gjógv.

Harumframt spæla Odd Arne Jacobsen og Edvard N. Debess í kvøld klokkan 20, duokonsert í Tvøroyra Klubba í Suðuroy

Men hetta er bert ein lítil partur av sera stóru og umfatandi skránni, ið kann lesast á



Mynd Gunnhild: Gunhildur H. Gudmundsdóttir átti fyrstu framførsluna á Summartónum

Mynd Summartónar: Kristian Blak, Gunnhildur H. Gudmundsdóttir, Edvard N. Debess og Sunleif Rasmussen