Summartiltak í Funningsfirði

Leygarkvøldið verður stórt summartiltak í Funningsfirði við røðu, felagssangi og bryggjudansi. Høvi verður at grilla pylsur og búffar, eins og breyð og køkur verða seld. Summarbál ella jóansøkubál er vorðið eitt stórt og afturvendandi tiltak við bátahylin í Funningsfirði. Tað er bygdafólkið, sum bjóðar øllum vælkomin til hugnakvøld og grillkvøld við røðu, felagssangi og bryggjudansi.

Stórar felags grillir verða settar upp á økinum, har fólk hava høvi at keypa sær pylsur og búffar, sum tey so sjálvi kunnu grilla á felags grillunum. Eisini verður ymiskt tilhoyri selt, eins og fólk kunnu keypa sær sodavatn, smurt breyð, kaffi, te og køkur.

Úr Funningsfirði verður sagt, at tiltakið er ókeypis, og at alt verður selt uttan vinning.

Kvøldið byrjar klokkan 21 við matsølu, og klokkan 22 heldur Andreas Reinert røðu.

Eftir røðuna skipa Hans P. Hansen og Jóhan Mortensen fyri felagssangi, har spælt verður undir við harmoniku.

Umleið klokkan 23.30 verður bryggjudansur við tónleikabólki, sum fer at spæla til dansin.

Runavíkar kommuna, sum Funningsfjørður er partur av, letur mentanarstuðul til tiltakið. Hesin verður brúktur til at gjalda tónleikabólkinum, eins og kommunan eisini lænir tjald, grillir, borð, stólar og wc-vogn.

Tiltakið verður í Funningsfirði nú leygarkvøldið 26. juni og lagt verður fyri klokkan 21.