Summi børn halda jól á Barnaheiminum

- Jólini eru ein kensluborin tíð, so vit seta nógva tíð av til at tosa við børnini um, hvussu tey uppliva tíðina. Og vit royna at gera heimið so heimligt sum yvirhøvur tilber, siga Jóna Højgaard og Nancy Rasmussen, sum báðar starvast á serligu móttøkudeildini hjá Barnaheiminum.

 

- Jólini eru ein kensluborin tíð, so vit seta nógva tíð av til at tosa við børnini um, hvussu tey uppliva tíðina. Og vit royna at gera heimið so heimligt sum yvirhøvur tilber, siga Jóna Højgaard og Nancy Rasmussen, sum báðar starvast á serligu móttøkudeildini hjá Barnaheiminum.

 

Inni á serligu deildini hjá Barnaheiminum, sum tey kalla móttøkudeildin, er pyntað til jóla. Jólatræ, jólabýur og nógvar jólaperur eru at síggja í hugnaligu svørtu húsunum.

 

Í móttøkudeildini koma børn, sum skulu fáa eitt sindur av hjálp við teirra serstøku trupulleikum, áðrenn tey fara víðari at búgva í ein av lonunum hjá Barnaheiminum. Men her búgva eisini børn, sum eru ávegis út úr skipanini hjá Barnaheiminum og barnaverndini.

 

- Her búgva nøkur vaksin børn, sum vit halda eru før fyri at læra, at klára seg sjálvi, greiður Jóna Højgaard, námsfrøðingur frá.

 

Á móttøkudeildini búleikast børnini ímillum 3-6 mánaðir, og onkuntíð longri. Síðani verður støða tikin til, hvat víðari skal henda hjá hvørjum einstakum barni.

 

- Vit royna her at seta tilboð saman til børnini, so tey kunnu klára seg víðari, tá ið umræður framtíðar menning, sigur Nancy Rasmussen, sjúkrarøktarfrøðingur.

 

- Til dømis kunnu vit læra børnini at taka bussin sjálvi, so at tey framyvir eru so mikið sjálvbjargin, greiður Jóna frá.

 

Tey læra børnini at uppføra seg í sosiala rúminum og í tí dagliga.

 

- Tað mest umráðandi er at skapa tryggleika rundanum børnini, eru tær báðar á einum máli um.

 

Og júst tryggleikin er í hásæti, tá ið umræður alt frá tilrættislegging til gerandisprát. Jólini vera eisini løgd til rættis við tryggleika fyri eyga.