Summi hava brúkt somu buksur í 40 ár

Sosialurin fer í dag undir nýggja táttin Dagsins føroyingur. Hin fyrsti er Ellen Holm, sum starvast í Wrangler Shop í Havn. Hon er til arbeiðis fyrsta dagin í dag aftan á jólafrítíðina. Hon hevur verið í Danmark og vitja dóttrina

Hví starvast tú her?
- Eg havi arbeitt her í 18 ár og trívist stak væl. Mær dámar væl at fáast við klæðir.

Hevur tú altíð arbeitt í handli?
- Eg var heima við børnum í 14 ár, me n annars havi eg arbeitt í handli. Eg byrjaðii hjá Gunnar Stockholm einaferð í nítjanhundrað og grønkál. Dóttur mín er onnur av Guðrun og Guðrun, so kanska hon hevur arvað mín áhuga fyri klæðum.

Hvørjum hava tit selt mest av nú til jóla?
- Tað er tær vanligu cowboybuksirnar. Vit hava kundar sum koma aftur her
ár aftan á ár og keypa somu buksir. Summi hava brúkt Wrangler í 40 ár.

Fara tey eisini í buksurnar í kirkju og tá tey skulu vera fín?
- Ja tað gera tey. Men nú eru fólk farin at pynta seg eitt sindur meira, og tað er stuttligt. Til jólafrokostarnar eru tað nógv sum keypa stás.

Hvørjum vil tú heilsa?
- Eg vil fegin heilsa øllum Føroya fólki og ynskja teimum eitt gott nýggjár.