Fyrrveranndi fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, hevur í dag alment boðað frá, at hann stillar upp sum formaður í konservativa flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharri eftir Liz Truss.
Boðini vóru væntandi eftir tos um tað í fleiri dagar.
– Bretland er eitt fantastiskt land, men vit eru í stórar kreppu.
– Tað er tí, at eg fari at royna at gerast formaður í Konservativa flokkinum og næsti forsætisráðharri Bretlands, skrivar hann á Twitter.
Sunak hevur eftir øllum at døma góðan stuðul millum konservativar floksfelagar. 128 hava sambært BBC peikað á hann sum nýggjan leiðara. 55 hava peikað á Boris Johnson, meðan 23 stuðla Penny Mordaunt.
42 ára gamli Rishi Sunak var fíggjarmálaráðharri frá februar í 2020 til juli 2022. Tað var í stjórnini hjá Boris Johnson.
– Eg havi verið fíggjarmálaráðharri og hjálpt til at stýra búskapinum gjøgnum truplar tíðir.
– Tær avbjóðingarnar, vit nú hava, er enn størri. Men møguleikarnir – um vit taka røttu avgerðirnar – eru einastandandi, skrivar Sunak.
Rishi Sunak legði frá sær sum fíggjarmálaráðharri sum mótmæli ímóti Boris Johnson. Stutt eftir boðaði hart trýsti Johnson frá, at hann legði frá sær.
Síðani royndi Sunak at vinna sessin hjá Boris Johnson.
Hann endaði við at vera annað valevnið. Við avgerandi atkvøðugreiðsluni millum limir í konservativa flokkinum tapti hann til Liz Truss.
Sunak og Mordaunt er tey einastu, sum alment hava boðað frá, at tey stilla upp.
Tað er tó væntandi, at eisini Boris Johnson fer at royna at gera eitt óvæntað comeback sum forsætisráðharri. 58 ára gamli Johnson lendi í gjár í London eftir at hava brotið av feriu í Karibia.
Johnson fór frá í juli sum forsætisráðharri eftir fleiri gølur um veitslu í forsætisráðharrabústaðnum undir bretska koronustongslinum. Veitslurnar vóru í stríð við bretsku koronuavarmarkingarn.
/ritzau/Reuters