Sundaberg hevur havt góðan fiskiskap

Sundaberg kom á fiskileið í norskum sjógvi 30. juni. Norska kvotan er uppfiskað, teir eru tí farnir longur eystur, í russiskan sjógv at royna. Teir siga á heimasíðu síni, at tað hevur gingið heilt væl at fiska, tó uttan at siga, hvussu nógv er komið í lastina.

Sundaberg plagar at royna við tveimum trolum, men fyri at spara olju, royna teir nú við einum troli.

Veðrið hevur eisini verið gott allan túrin, tó øtlaði hann eitt sindur hósdagin.

Tað eru 28 mans við Sundaberg.