Hósmorgunin, 22. feb. kl. 10, varð sum undanfarin ár Torra-café í Betesda, og hesaferð var tað Jógvan á Lakjuni, lærari og løgtingsmaður úr Fuglafirði, sum greiddi frá sjólivi sínum – tá hann á ungu døgum var til skips við trolara.
Jógvan greiddi frá, hvussu tað var at vaksa upp í einum sjómannaheimi og um pápa sín, sum var nógv burtur. Jákup Oluf sigldi við Vón hjá Sigurd Simonsen undir krígnum, og seinni var hann stýrimaður og skipari á Kjølbro-trolarunum Sjúrðarberg og Skálaberg í eini 12 ár, og hann var skipari á Ólavi Halga frá 1964-1976.
Jógvan var sjálvur við Ólavi Halga nakrar túrar, men sín fyrsta túr til skips var hann í New Foundlandi við Sundaberg í 1970, 18 ára gamal. Hann var eisini við Sundaberg túrin eystanfyri um heystið 1971, sum var næst seinasti túrur hjá hesum trolaranum, sum jú sakk á veg heim úr New Foundlandi í apríl 1972.
Tá var Jógvan við Ólavi Halga, og royndu teir nógv saman við Sundabergi. Benni Joensen, skipari á Sundaberg, og Jákup Oluf vóru svágrar, og samskiftið teirra millum var rættiliga nógv.
Tann seinasta túrin, Sundaberg sigldi heim í apríl 1972, lógu Ólavur Halgi og Sundaberg so tætt saman, at Jógvan fekk tikið eina góða mynd av ”skúlaskipi” sínum, sum hann var so góður við. Jógvan minnist, hvussu skakkir teir blivu umborð á Ólavi Halga, tá ið tað frættist í radionum í New Foundlandi, at Sundaberg var sokkin eystan fyri New Foundland.
Skiparar
Skipari á Ólavi Halga ta allar fyrstu fyrstu tíðina á ísfiskaveiðu var Jóannes Joensen, Jóannes hjá Dáva úr Klaksvík. Síðst í mars 1960 varð farið á saltfiskaveiðu, og nú var Jóhannes Djurhuus úr Vestmanna skipari. Jákup Oluf á Lakjuni fór við Ólavi Halga í február í 1964, tá ið teir fyrstu ferð fóru yvir til New Foundland, og hann var skipari, til Ólavur Halgi var sín seinasta túr sum fiskiskip á vári í 1976.
Dánjal Thomsen úr Klaksvík, sum var 1. stýrimaður við Ólavi Halga heilt frá byrjan av, frá 1959 til 1966 og aftur í 1970, loysti eisini onkuntíð av sum skipari, og Olaf Olsen og Vilhelm Poulsen í Skálanum vóru somuleiðis skiparar onkran túr. Petur Jón Egholm var skipari nakrar ísfiskatúrar í 1972 og Harry á Lakjuni onkran ísfiskatúr í 1974 og 1975.
Stóran týdning
Ólavur Halgi hevði sera stóran týdning fyri Fuglafjørð, og ikki minst tey fyrstu árini. Ikki gekst altíð eftir vild, men hesi árini, Ólavur Halgi var fiskiskip – hann bleiv jú vaktarskip seinni – sigldu ikki minni enn einir 375 mans við honum í styttri ella longri tíðarskeið.
Jógvan segði, at besti skúli, hann hevur gingið í, var umborð á Sundabergi og Ólavi Halga – og kanska møtti hann eisini har tí størsta lívsvísdóminum – frá bókliga ólærdum monnum. Tað er upp á ein máta harmiligt, at so fáir ungir dreingir í dag uppliva hetta at fara til skips og vera millum menn og fáa sína uppaling á sjónum, helt Jógvan fyri.
Jógvan nam eisini við, andaliga partin umborð á skipunum og virðingina fyri hesum, sum hevur sermerkt okkara siglandi fólk. Nógvir menn eru komnir til trúgv umborð á skipi.
Vit eru mong, sum minnast, tá ið pápi Jógvan, Jákup Oluf á Lakjuni saman við øðrum plagdi at hava møti á bátadekkinum, fram móti brúnni á Ólavi Halga við kajini í Fuglafirði, áðrenn farið varð avstað ein langan saltfiskatúr. Tá stóð størsti partur av bygdini og lýddi á og beyð teimum farvæl. Á túrunum vórðu møtir hildin regluliga umborð.
Tekstur og myndir: Dávur Winther