Nú er flakatrolarin Sundaberg á veg heim til Føroya. Hann hevur roynt í norskum sjógvi. Men har bleiv tann føroyska kvotan uppi í gjár og tí hevur Sundaberg gjørt av at sigla heim.
Fiskiskapurin hevur ikki verið tann heilt stóri. Sundaberg fór heiman í frá 1. apríl og hann hevur eini 240 tons av flaki í lastini, nú hann siglur heim.
Men er nøgdin ikki stór, er prísurin hinvegin sera góður, tí Sundaberg fær yvir 40 krónur fyri kilo, so teir fáa útvið 10 milliónir fyri lastina.
Fekk 15-16 krónur fyri kilo
Fyribils eru tvey føroysk skip farin í Irmingarhavið at royna eftir Kongafiski har.
Tey eru Enniberg og Akraberg.
Enniberg fór mánadagin, men Akraberg hevur gjørt ein túr- og hann var góður.
Túrurin var nakað langur, tí tað hevur viðrað nakað illa, men hann hevði 380 tons, nú hann fór inn at avreiða. Hann fór til Reykjavíkar at avreiða og har var prísurin heilt góður, tí Akraberg fekk 15-16 krónur fyri kilo av skráskornum konga
420 tons av Svarkalva
Ljósafellið hevur verið á Flemish Cap og fiska Svartkalva og tað hevur gingið heilt væl.
So vítt, vit hava fingið uppspurt, fór hann yvir fyrst í mars mánaða og nú hevur hann fingið uppí.
Sostatt hevur hann 420 tons í lastini. Og tað fær hann heilt væl fyri, tí eisini prísurin á svartkalva er stak góður, einar 25 krónur fyri kilo, so teir fáa yvir 10 milliónir fyri lastina.