FORMULADEILDIN 14. UMFAR
Fótbóltskappingin er reiðiliga hálvrunnin. Seinastu vikuna hevur 14. umfarið verið á skránni. Fyri nøkrum vikum síðani varð víst á, hvussu ofta tað hevur verið javnt, tá ið bestu liðini hava dystast. 14. umfar var undirstriking av hesum. Rættuliga sjáldan kemur tað fyri, at tað í fýra av fimm førum endar við einum stigi í part. Soleiðis var tað hesa ferð.
B36 var einasta felagið, sum í hesum umfarinum fekk fulla úrtøku, og tað bar við sær, at meistararnir lupu bukk upp um bæði HB og NSÍ og nú eru á triðja plássi og rættuliga við í oddastríðnum.
ÍF var einki at reypa av, og tað er einki at siga til, um fuglfirðingar høvdu størri fokus á leygardegnum í hesi vikuni, tá ið teir á Varmakeldu skulu spæla móti VB/Sumba. Fyri vánirnar hjá báðum feløgunum eisini næsta ár at vera partur av bestu deildini, verður tann uppgerðin ógvuliga týdningarmikil.
VB/Sumba stóð seg betri í Gundadali ímóti B36, enn ÍF gjørdi tað, og at tað í evstu løtu eydnaðist teimum at javna til 1-1 á Jóansøku ímóti B68 ber við sær, at tað framvegis eru trý feløg B68, VB/Sumba og ÍF sum stríðast so at siga borð um borð fyri at sleppa undan niðurflytingini. At B68 aftur misti á stokkinum var staðfesting av, at higartil í ár hava toftamenn ikki havt marginalirnar við sær.
Trettan umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og harvið kunnu tað framvegis vinnast 39 stig. Tað er tó rættuliga sannlíkt, at tað fara at verða tvey av hesum trimum, sum 21. oktober fara at standa við Svarta Peri.
Skála hevur fleiri tær seinastu ferðirnar víst spæl, sum ikki hevur bent á niðurflyting. Úrtøkan hevur ikki staðið mát við leikliga partin. At tað hesa ferð eydnaðist at fáa eitt stig ímóti oddaliðnum ber við sær, at tað nú skulu í hvussu so er tvey umfør til, áðrenn Skála verður sogið niður um strikuna.
Nýggjur hálvárs meistari
EB/Streymur er ovast á støðutalvuni, nú Formula deildin er hálvrunnin. Spurningurin er, um felagsliðið fer at vera á sama plássi, tá ið kappingin verður liðug og 27 umfør avgreidd.
Í fjør var Skála leingi oddalið. Teir vóru við í kappingini inntil síðstu sekundini í síðsta umfarinum. At teimum ikki eydnaðist at halda tørn um oddasessin komst av, at leikbannini og skaðarnir vóru mein fram ímóti kappingarenda. Skaðar og leikbann er veruleiki, sum teir í EB/Streymi mugu rokna við. Fleiri av teirra spælarum hava longu verið uttanfyri orsaka av skaðum, men higartil hevur tað ikki bilað. Sunnudagin megnaðu teir at koma afturíaftur, hóast Skála legði sannførandi fyri og fekk fyrsta málið. Moralurin er í topp og hugburðurin góður hjá EB/Streymi, og tað hevur stóran týdning.
Fyri nøkrum vikum síðani vístu vit á, at liðini í tøttu toppkappingini hava ikki ráð at missa stig ímóti teimum niðari á talvuni. Við hesum í huga tapti EB/Streymur sunnudagin meiri, enn GÍ, NSÍ, HB og KÍ gjørdu við teirra javnleikum í hesum umfarinum.
NSÍ var á gáttuni at vinna í Gøtu. Trý stig í Sarpugerði høvdu verið vorðið sum úrtøka. Men sum so mangan í hesum kappingarárinum so endaði toppuppgerðin við javnleiki og einum stigi í part. Oddaliðini hava ilt við at vinna móti hvørjum øðrum. Í næsta umfari verða toppdystirnir B36-HB og NSÍ-KÍ. EB/Streymur tykist eiga lætta uppgávu á heimavølli móti B68, meðan gøtumenn ivaleyst kenna seg eiga stóra avbjóðing á Skála.
Vón og vónbrot
Føroyskur fótbóltur sum heild tók á við HB í Intertoto kappingini. HB hevði góð kort á hondini undan heimadystinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og so kostaði meiri enn óheppið sjálvmál víðari luttøku.
B36 vísti í fjør, at tað ber til at vinna seg víðari í næsta altjóða umfarið. Eftir UEFA lutakastini fríggjadagin er B36 aftur í ár besta vónin um, at tað skal eydnast føroyskum felag at vinna seg víðari í europeisku kappingini.
Nógv virksemi er á fótbóltsskránni, og hjá fleiri verður talan um lítlan og ongan summarsteðg. Merkisvert var tað í vikuskiftinum, at VB/Sumba og B68 spældu leygardagin á døgurða. Hesi leiktíðini er ikki serliga nógv Formula snitt yvir. Spurningurin er, um tað í sovornum førum átti at verið umhugsað heldur at spælt sunnudag, hóast talan er um stevnudyst.