Sundalagið er komið aftur á beint

Eftir tættan 1. hálvleik vístu steypavinnararnir eftir steðgin, at teir eisini í landskappingini ætla sær heiðurskrónur

Fótbóltur

 

Munurin á teimum, sum kappast um heiðursmerkir og fyri stuttum hava vunnið steypakappingina, og á teimum, sum tað fyri fleiri umførum síðani er steðgað upp hjá, varð eyðsýndur seinna partin av 2. hálvleiki í Sarpugerði í gjár.

Gøtumenn megnaðu leingi at fylgja væl við EB/Streymi. Men sum 2. hálvleikur leið, kom tað alt meiri til sjóndar, hví EB/Streymur er topplið, og hví GÍ stútt og støðugt dettur alt longri niður á støðutalvuni.

Lyklaspælararnir hjá steypavinnarunum vóru profilarnir, sum tað kann roknast við, nýggju ungversku spælararnir skapa størri breidd í hópinum, og tað ber við sær, at teir, sum higartil hava átt fast pláss, men sum nú mugu taka til takkar við innskiftingarmøguleika, eru sera svangir og gera stóran mun, tá ið teir verða settir inn.

GÍ hevur fingið tríggjar nýggjar spælarar í summarsteðginum, men higartil hevur tað ikki givið stig á kontina, at Christian Lundberg, Magnus Skoralíð og Hendrik Rubeksen, sum allir vóru ímillum teir fyrstu ellivu í gjár, eru komnir at hjálpa til.

Inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki helt heimaliðið tørn um 1-1, ið var støðan eftir 1. hálvleik. GÍ hevði tíðliga í 2. hálvleiki bóltin í málinum eftir horna, men dómarin kolldømdi, tí hann metti fríspark at vera framt ímóti málverjanum. Gøtumenn fegnaðust og vóru síðani í øðini, tí teir vildu vera við, at dómarin hevði peikað á miðjuna. Tað segði hann seg ikki hava, og undir øllum umstøðum ber tað honum til at broyta dómin, inntil spælið er tikið uppaftur.

So tiltuskaði Sorin Anghel sær brotsspark, tá ið hann í vinstru varð togaður niður, og Sorin Anghel umsetti sjálvur til mál, og eftir leiðslumálið var ferðslan stór ímóti GÍ málinum.

Innskifti Arnbjørn Hansen tryggjaði EB/Streymi sigurin, tá ið hann miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir innlegg úr høgru skoraði til 3-1, og í yvirtíðini var Hans Pauli Samuelsen á blettinum eftir stikkbólt og syrgdi fyri eyka fagnaði millum teir myrkt stríputu á og kring vøllin. Tá vóru bara tíggju gulir á vøllinum, tí miðverjin Atli Gregersen eftir tvey gul kort var sendur undir brúsuna.

Tá vóru heimamenninir vornir moyrir. Lítil luft og væl upplagdir mótstøðumenn bar við sær, at nógv varð oyst omanyvir dómaran, og harvið sektaði GÍ seg eyka undan síðstu og torføru umførunum.

Í 1. hálvleiki leikaði javnt á. Gøtumenn vóru væl upplagdir. Sámal Joensen var komin afturíaftur eftir skaðasteðg, og tað sást væl, hvussu stóran týdning liðformaðurin hevur sum innpískari, bóltvinnari og spælstýrari. Tað kom avgjørt ikki óvart á, tá ið heimaliðið smáar tíggju minuttir undan steðginum setti hol á.

Málið átti EB/Streyma málverjin sín stóra lut í. Christian Lundberg sendi fríspark úr stórari fjarstøðu í vinstru ímóti málinum. Eingin vandi tóktist at vera, tá ið bólturin spakuliga sigldi inn ímóti René Tórgarð, men málverjin var óheppin og misti bóltin í málið.

Stórur fagnaður frammanfyri felagshúsið og millum teir gula og bláu á vøllinum. Men bara í fýra minuttir. Gøtumenn høvdu ikki meiri enn fingið armarnar niður um aftur høvdið, tá ið tað aftur var javnt. Sorin Anghel, sum í síðstu viku skrivaði undir uppá, at hann eisini næsta ár skal hjálpa EB/Streymi at skjóta mál, skoraði eftir skot úr høgru og hálvbjarging.