Eftir at tað leingi hevur sæð út til, at bæði AB og 07 Vestur fóru at flyta niður og í hvussu so er annað av hesum feløgunum, so vendir tað eftir triðisíðsta umfar soleiðis, at tað av álvara brennur undir EB/Streymi.
EB/Streymur tapti 4-2 á heimavølli ímóti NSÍ, eftir at EB/Streymur tvær ferðir var á odda.
Bæði 07 Vestur og AB vunnu fulla úrtøku. Undan tveimum teimum síðstu umførunum er støðan tann, at EB/Streymur er fýra stig frammanfyri 07 Vestur og fimm stig frammanfyri AB.
Í næstsíðsta umfari skal EB/Streymur spæla í Sørvági.
07 Vestur venjarin Sigtór Petersen hevur góðar vónir:
-Undan hesum umfarinum segði eg, at um vit vunnu í dag, og EB/Streymur tapti, so fara vit at megna at sleppa undan niðurflyting. Vit vunnu, og EB/Streymur tapti, og nú fáa vit vitjan av EB/Streymi, sigur Sigtór Petersen.
Í síðsta umfari skal EB/Streymur spæla á heimavølli ímóti AB, sum í næstsíðsta umfari fær vitjan av Skála.
B36 vann 1-0 á heimavølli ímóti Suðringum, sum síðstu løtuna støðugt søktu at heimamálinum í roynd at javna. Úrslitið ber við sær, at B36 nú er næstfremst.
Árni Frederiksberg var í hopla í Hólmanum á Eiði, har NSÍ vann 4-2. Árni skoraði trý mál. Sigurin ber sær, at NSÍ nú er nummar trý.
24. umfar
EB/Streymur – NSÍ 2-4 (1-1)
1-0: Gestur B. Dam 18.
1-1: Árni Frederiksberg br 24.
2-1: Jens Michael Jensen 49.
2-2: Fróði Benjaminsen 57.
2-3: Árni Frederiksberg 62.
2-4: Árni Frederiksberg 70.
Skála – HB 0-1 (0-1)
0-1: Dan í Soylu 19.
07 Vestur – KÍ 4-2 (2-2)
1-0: Sonny Jakobsen 3.
2-0: Ken Fagerberg 10.
2-1: Kristoffur Jakobsen 38.
2-2: Páll A. Klettskarð 41.
3-2: sjálvmál 77.
4-2: Sonny Jakobsen 90.
B36 – Suðringar 1-0 (0-0)
1-0: Michal Przybylski 57.
AB – Víkingur 1-0 (1-0)
1-0: Jobin Drangastein 22.
HB | 25 | 22 | 1 | 2 | 53 | 16 | 67 |
B36 | 25 | 15 | 5 | 5 | 52 | 29 | 50 |
NSÍ | 25 | 15 | 4 | 6 | 58 | 23 | 49 |
KÍ | 25 | 15 | 3 | 7 | 44 | 22 | 48 |
Víkingur | 25 | 11 | 6 | 8 | 38 | 32 | 39 |
Skála | 25 | 7 | 5 | 13 | 26 | 34 | 26 |
Suðringar | 25 | 7 | 4 | 14 | 25 | 39 | 25 |
EB/Streymur | 25 | 4 | 8 | 13 | 27 | 48 | 20 |
07 Vestur | 25 | 5 | 1 | 19 | 27 | 67 | 16 |
AB | 25 | 4 | 3 | 18 | 12 | 51 | 15 |
26. umfar
Sunnudagin 21. oktober
KÍ - Suðringar
Víkingur - NSÍ
07 Vestur - EB/Streymur
B36 - HB
AB - Skála