FM FYRI UNGLINGAR
Fótbóltslagið í Sundalagnum og í bygdunum har á leið er gott, og spenningurin er, sum hann ongantíð hevur verið áður. Mánakvøldið var EB/Streymur í 1.deild við stórum fylgi á Svangaskarði, og tá lagaði tað seg soleiðis, at teir nú leygardagin hava møguleika at vinna fyrstu bronsumerkini nakrantíð. Um tað fer at eydnast, verður avgjørt í morgin, tá ið Skála fer at vitja á Mølini.
Mikukvøldið vóru unglingarnir hjá EB/Streymi á Svangaskarði. Har spældu teir FM finalu móti HB, sum plagar at vinna nógv. Heimafylgið hjá EB/Streymi var upp ímóti teimum hundrað ella kanska meiri enn fýrafalt áskoðaratalið hjá HB.
Tað sást beinanvegin, at EB/Streyma menninir vóru ógvuliga uppsettir, og at tað fór at verða torført hjá HB, sum hevði fýra á liðnum, ið hava roynt seg á meistaraliðnum í 1. deild, at fóta sær.
Men tað eydnaðist HB at seta hol á, tá ið eitt stórt korter var farið. Rókur Jespersen umsetti úr ellivu metrum, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri brotssparki, sum EB/Streymur ongantíð átti at havt gjørt.
Teir á samansetta liðnum góvust ikki. Teir spældu væl og ágrýtið, og eftir stóran hálvan tíma eydnaðist tað Arnbjørn T. Hansen at javna, eftir at Búgvi Øster hevði sneitt seg ígjøgnum í høgru og lagt innfyri.
Støðan helt sær til tað restaðu tjúgu minuttir. Í 2. hálvleiki gekk nokk so nógv fyri seg á helvtini hjá EB/Streymi, men Brian Hansen í EB/Streyma málinum varð ikki ofta settur á serligar royndir. EBStreymur var fleiri ferðir framvið. Tróndur Kragesten í HB málinum hevði góða bjarging, og Arnbjørn T. Hansen hevði fínan stútara á tvørtræið aftanfyri HB málverjan.
Sigursmálið skoraði Tonni Kruse við góðum langskoti, ið fór uppum málverjan og dúkkaði dygst undir tvørtræið. Síðstu løtuna royndi HB at trýsta, men teir komu ikki til upplagdar møguleikar. Miðverjan stóð stinn, allir stríddust sum leyvur, og tá ið Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og Karl Vidtfeldt handaði steyp og gullkrónur til vinnararnar, var fagnaðurin ógvuliga stórur.
Men á Eiði og har á leið høvdu tey ikki stundir at gera nakað serligt burturúr mikukvøldið. Í gjárkvøldið skuldi 3. deildarliðið spæla útsetta dystin á Svangaskarði, og leygardagin fer slagið at standa á Mølini móti Skála.
Nógvar bygdir
Magnus á Stongum, kommunulæknin á Eiði, sum eisini er limur í FSF nevndini, hevur verið venjari hjá vinnandi liðnum, síðani teir vóru smádreingir. Hann letur væl at huginum at dríva á og venja, og tað er eyðsýnt, at fótbóltsevnini eru góð. Í fjør taptu teir steypafinaluna móti GÍ og FM finaluna móti HB.
- Hetta liðið hevur nógvu tey seinastu árini vunnið heiðursmerkir. Sum oftast hevur HB verið best, men mikukvøldið fekk eg skjótt kensluna av, at hetta kundi gerast okkara dagur. Teir vóru brandar. Stríddust nógv og spældu væl, og tað sigur seg sjálvt, at vit unna teimum so hjartaliga, at tað loksins eydnaðist teimum at vinna gull.
Tað kann ikki sigast annað, enn at hetta liðið er gott dømi um, hvussu væl tað kann hilnast, tá ið fleiri bygdir, sum ikki sjálvar megna at manna lið, finna saman. Niels Andreasen og Karl Johan Djurhuus eru úr Vestmanna, Jákup Andreas Joensen er úr Kvívík, Marni Djurhuus, Búgvi Øster og Arnbjørn T. Hansen eru úr Kollafirði, Eirikur Jacobsen úr Hósvík, Brian Hansen úr Hvalvík, Brian Olsen og Edvard Pauli Andreasen eru úr Tjørnuvík, Bárður Olsen er úr Vík, Róltant Waag Dam og Leif Niclasen eru av Norðskála, og Jens Tonny Egilstrøð, Janus Haraldsen og Tonni Kruse eru av Eiði.
Í 1994 vóru fýra av dreingjunum við til at vinna FM í smápiltadeildini fyri Streym. Teir vóru Marni Djurhuus, Búgvi Øster, Arnbjørn T. Hansen og Bárður Olsen. Saman við teimum vóru eitt nú Gert Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum nú eru ov gamlir til unglingaliðið.
Í 2000 og í 2001 vann EB/Streymur FM fyri piltar á hálvum vølli. Sjey av teimum, sum mikukvøldið vunnu FM fyri unglingar kunnu halda fram í deildini næsta ár. Magnus á Stongum ivast ikki í, at EB/Streymur eisini næsta ár fer at hava lið í unglingadeildini. Talan verður um gott fótbóltslið, men hann torir ikki at siga, at teir fara at vera við í FM kappingini longu næsta ár aftur, tí miðalaldurin verður nakað lágur.
- Men vit eiga nógvar ungar spælarar, sum fara at gera um seg komandi árini, stafestir unglingavenjarin. Sosialurin ynskir honum og EB/Streyma unglingunum og øllum teimum omanfyri nevndu bygdunum og øllum hinum - eitt nú við Gjógv, á Oyrabakka og Oyri - sum taka á við EB/Streymi, tillukku við fyrsta meistaraheitinum nakrantíð í unglingadeildini.
HB-EB/Streymur 1-2 (1-1)
1-0: Rókur Jespersen (br.), 17
1-1: Arnbjørn T. Hansen, 32
1-2: Tonny Kruse, 71