Nú skal eitt átak gerast, soleiðis at Sundalagið framvegis ger sítt til at verja umhvørvið. Ein ruddingardagur verður í næstum. Í Sunda Kommunu hevur ein lagt - og fer ein framvegis at leggja - stóran dent á arbeiðið við umhvørvinum, serliga tá talan er um reint vatn og kloakkir.
Eitt úrslit av hesum var upplatingin av tí nýggja umhvørvisplássinum við Streymin.
- Hóast hetta er neyðugt at bøtast kann framvegis vera um ymiskt, eitt nú at burturkast verður skilt betri, eftir teimum reglum, sum IRF krevur, verður sagt úr Sunda kommunu.
Bygdaráðið samtykti á fundi fyrr í mánaðinum at varpa ljós á umhvørvið í Sunda kommunu við einum miðvísum átaki, ið serliga vendir sær til børn og ung.
Ætlanin er at skipa fyri umhvørvisdøgum seint í mei mánaði, har kunnað verður á dagstovnum og skúlum. Endað verður við árliga ruddingardegnum í teimum ymsu bygdunum.
- Høvuðsendamálið er, at hvør einstakur borgari ger sítt til, at vit varðveita eitt reint og burðardygt umhvørvi í kommununi, verður sagt.
Farið verður nú undir at gera eina nágreiniligari skrá fyri umhvørvisdagarnar, í samráð við skúlar og dagstovna