Klaksvíkskappingin, stórsteypadysturin, víðari luttøka í steypakappingini og heimasigurin á Víkingi.
EB/Streymur hevur lagt bragdliga fyri í hesum kappingarárinum. Sundalagsmenn vunnu seinnapartin 2-1 á Víkingi í fyrsta landskappingardystinum í 2011.
EB/Streymur var skert. Arnbjørn Hansen hevur verið darvaður av sjúku í vikuni og spældi bara seinastu fimm minuttirnar. Sorin Anghel stóð millum áskoðararnar vegna skaða.
Tvey mál komu miðskeiðis í fyrra umfarinum. Pætur Dam Jacobsen fór til stroks, slapp inn í brotsteigin og sendi bóltin fyri føturnar á Levi Hanssen, sum var framherji. Hann var tryggur.
Hans Jørgen Djurhuus javnaði fyri gestirnar fýra minuttir seinni. Hann stóð væl fyri í brotsteiginum, tá hann smekkaði til.
Tveir minuttir fyri hálvleik kom sigursmálið. Daniel Udsen setti ferð á, sneiddi fleiri mótstøðumenn av og varð feldur inni í brotsteiginum.
- Eg spældi eitt sindur upp á tað, men tað er eingin ivi um, at tað var brotsspark, tí eg var steðgaðu, sigur Daniel Udsen. Alex José dos Santos var tryggur úr 11 metrum.
Víkingur royndi at trýsta efter steðgin, men tað var sjáldan, at René Torgarð, sum vardi málið hjá EB/Streymi varð settur undir trýst.
Levi Hanssen er fegin um sigurin.
- Vit halda teimum burtur frá málmøguleikum og vinna uppiborið, sigur hann.
EB/Streymur - Víkingur 2-1 (2-1)
1-0: Levi Hanssen 20.
1-1: Hans Jørgen Djurhuus 24.
2-1: Alex José dos Santos br 43.