Sundamenn taka undir við fótbóltshøll

Á bygdarráðsfundi í Sunda kommunu mánakvøldið varð samtykt, at kommunan skal verða við í projektinum um at gera fótbóltshøll í Skálafirði.

Ein fótbóltshøll í Skálafirði nærkast støðugt veruleikanum. Talan er um eitt uppskot, har allar kommunurnar í Eysturoynni umframt Klaksvíkar kommuna í felag taka seg saman um at byggja eina innandurða fótbóltshøll í Skálafirði.
 
Binda seg ikki fíggjarliga enn
Sum skilst taka allar kommunurnar undir við projektinum. Forkanningar verða í løtuni gjørdar, og nú verður farið undir at skriva umsókn til Fótbóltssamband Føroya og Mentamálaráðið um stuðul til projektið.
FSF hevur gjørt ein faldara um fótbóltshøll, tí fótbóltssambandið metir, at tað er av alstórum týdningi, at farið verður undir at byggja eina slíka høll sum skjótast, tí at føroyskur fótbóltur hevur tørv á eini slíkari høll.
UEFA hevur sett pening av til slíka bygging, og FSF hevur ræðisrætt yvir umleið 12 milliónir krónur, ið kann latast í stuðuli til eina slíka byggiætlan.
Evstamarkið fyri at søkja um hesa stuðulsupphædd ella partar av henni er sett til 15. apríl, so stigtakararnir til projektið um fótbóltshøll í Skálafirði  hava skund.
Tá ið Sunda kommuna mánakvøldið samtykti at verða við í projektinum, setti hon tó sum treyt, at allar kommunurnar, ið eru nevndar í uppritinum, verða við í ætlanini, og harafturat vildi Sunda kommuna ikki enn binda seg fyri tær umleið 1,8 milliónir, ið er teirra partur av kostnaðinum fyri projektið.