Fyri næstan 40 árum síðan kom eg inn á gólvið hjá Deu og Suna. Saman við mær var ein lítil vinkona, sum tá var 10 ár. Sune var akkurát soleiðis, sum eg seinni lærdi hann at kenna: stillur og friðarligur, gekk um køksgólvið, klappaði og kíndi hundinum, og fekk sær eitt ball aftrat. Tað, sum eg serliga minnist frá hesari løtuni er, hvussu hugtikin smágentan var av hundinum, í Deu og síðst men ikki minst í Suna. Gentan helt hundin vera heilt ótrúligan, tí hon elskaði at sleppa at spæla við hundar, og tað slapp hon inni hjá Deu og Suna.
Frá 1. mai 1972 til 1. mai 2000 var Sune í føstum starvi sum bókasavnshjálpari á Landsbókasavninum. Hetta starvið røkti hann við sonnum trúfesti og nærlagni, og hetta eyðkendi eisini bæði hansara arbeiðsdag og arbeiðslag.
Sune var ómetaliga góður við sítt arbeiðspláss. Hann vardi tað allastaðni, og var tað neyðugt, so spardi hann sær ikki at siga tað. Tá ið alt var við at enda fíggjarliga galið í 1993, tá lat hann eitt orð falla um, at hann væl kundi fara niður í tíð, so at stovnurin spardi eitt sindur á tann hátt.
Tey fyrstu árini í starvinum arbeiddi Sune nógv saman við Ulf Zachariassen, og teir høvdu um hendi Vísindadeild savnsins, sum tá í tíðini helt til ymsastaðni í býnum. Eftir at flutt varð í nýggja savnsbygningin í 1980, var eisini pláss fyri Vísindadeildini har. Tað var mangan hugtakandi, at eygleiða samstarvið ímillum hesar báðar starvsfelagarnar. Teir høvdu veruliga virðing fyri hvørjum øðrum, og tað hevði stóran týdning fyri alt arbeiðsplássið.
Sune var kønur í fleiri fremmandamálum, hetta hevði hann fyri tað mesta lært seg sjálvur. Honum dámdi væl at lesa bókmentir, sum vóru skrivaðar á øðrum málum enn norðurlendskum eitt nú fronskum og týskum. Góði kunnleiki hansara til hesi mál var savninum mangan til stórt gagn. Í einum postkorti hann sendi av ferðalagi í útlondum, skrivaði hann einaferð: "her er eingin sól, men regn, og málið kemur man skjótt til sættis við." Sune sá møguleikarnar og ikki bara trupulleikarnar, soleiðis var hann innrættaður.
Smágentan er nú vaksin kona, hundurin er langtsíðan deyður, og Sune legði eyguni friðarliga saman fyri seinastu ferð annan jóladag í fjør. Fjørðurin var rógvin, og Sune var mettur av døgum. - Summarmáladagur var altíð ein stórur dagur í lívinum hjá Suna, og summarmáladagur fer altíð at minna meg á ein góðan og trúfastan vin og samstarvsfelaga. Takk fyri tað.
-----
Martin Næs