Súni á Dalbø: Eg eri ikki bara »ein privatpersónur«

 

– Eg havi lagt til merkis, at Johan Dahl, vinnumálaráðharri, kallar meg »ein privatperson« í samnandi við málið um Vinnuframagrunnin-málinum. Men eg vónir bara fyri Johan Dahl, at hann hevur betur tak á onkrum, enn hann hevur á hesum málið.

 

Tað sigur Súni á Dalbø, fyrrverandi nevndarlimur í Vinnuframagrunninum, sum hevur meldað Johan Dahl, landsstýrismann í vinnuálum og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, til bakmanspolitiið í sambandi við ymisk viðurskifti í Vinnuframagrunninum, sum Súni á Dalbø heldur vera beinleiðis kriminell.

 

– Eg, sum fyrrverandi stýrislimur i Vinnuframagrunninum, haldi í hvussu so er, at Vinnuframagrunnin má og skal kannast. Eftir eina umhugsunartíð upp á 14 dagar kom SØIK (Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet) til hesa somu niðurstøðu, sigur Súni á Dalbø.

 

– Tað sum eg havi boðað SØIK frá, er mín uppliving av tí, sum hendi í Vinnuframagrunn-samanhangi í 2009. Hvørki meira ella minni. Um tað, sum gekk fyri seg har var eftir bókini ella ikki – ja tað vildi eg helst, at rætturin tekur støðu til, sigur Súni á Dalbø.

 

– Hvørki eg ella Johan Dahl eru dómsvald. Í Vinnuframagrunnamálinum er Johan Dahl landsstýrismaður og eg sjálvur eri fyrrverandi stýrislimur – so skuldi tað í øllum førum verið komið upp á pláss, sigur Súni á Dalbø, sum er fyrrverandi stýrislimur í Vinnuframagrunninum.

 

Lesið eisini: Johan Dahl avvísir pástandirnar

in.fo/index.php