Suni F. Jacobsen: Løg til ymisk høvi

Okkara mæti fjøllistamaður Suni F. Jacobsen kemur nú við einari nýggjari bók.

Tað skrivar forlagið Stiðin í tíðindaskrivi.

 

Í 2018 gav hann okkum bókina Um átta minuttir fer Másin avstað. Bókin fekk navn eftir tí kendastu reglu í føroyskari táttayrking og undirtøkan var góð.

 

Summar av yrkingunum høvdu egið lag. Fólk forvitnaðust eftir at síggja hesi løg, og tá vísti tað seg, at Suni ikki bert er yrkjari og myndlistamaður, men eisini tónaskald. Hann hevur gjørt løg til sangir og tónleikaverk, sum hava staðið sína roynd. Fyri at gera vart við hetta avrik var hildið at vit skuldu geva eina bók út við teimum løgum, Suni hevði gjørt.

 

Dánjal Eysturstein hevur uppsett og redigerað løgini hjá Suna og gjørt eitt savn við teim 90 løgunum, sum Suni hevur nýtt til sínar tættir. Hesar er hann kendur fyri, og Hermann Jacobsen og Flemming Samuelsen sungu teir inn í hjørtuni á føroyingum í teimum minniligu V-4 sendingunum.

 

Her hava vit tí eina lagabók har eisini ber til at síggja tey løg, sum hava verið at hoyrt øll tey 91 árini, Suni hevur verið okkara millum.

 

Suni hevur sjálvur gjørt kápumyndina. Bókin er prentað á Føroyaprent.

 

##med2##