Sunleif Rasmussen fingið Nordisk Musikpris: ? Hetta er ein stórur heiður

Longu tann 11. mei í ár varð avgjørt, hvør skuldi hava Nordisk Musikpris 2002, men ikki fyrr enn fyrrapartin í gjár, týsdagin, varð úrslitið almannakunngjørt. Vinnarin gjørdist ongin mætari enn føroyska tónaskaldið, Sunleif Rasmussen

Tólv verk vórðu innstillað til virðislønina av Nordisk Musikpris. Øll Norðanlond eru við, og hevur hvørt landið innstillað eitt verk, men tó hava fimm tey størstu innstillað tvey hvør.
Sunleif Rasmussen umboðaði Føroyar í kappingini um tónleikavirðislønina við síni Symfoni nr. 1, og gjørdist hann tann, ið streyk avstað við vinninginum áljóðandi 350.000 danskar krónur.
? Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, sigur ein fegin Sunleif Rasmussen úr telefonini í Keypmannahavn á middegi týsdagin.
? At vinna eina tílíka virðisløn ger jú, at tónleikurin hjá mær verður meira kendur og útbreiddur, tí hetta er tann størsta tónleikavirðislønin ein kann vinna í Norðanlondum.

Handað í Helsingfors

Longu tann 11. mei hevði Nomus, sum skipar fyri kappingini, á fundi í Reykjavík avgjørt, hvør skuldi hava virðislønina, og sjálvur sigur Sunleif, at hann hevur vitað hetta í eina tíð. Men fyri almenninginum varð hetta ikki kunngjørt fyrr enn á tíðindafundi hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn fyrrapartin í gjár.
? Sjálv virðislønin verður handað í Helsingfors í Finlandi tann 29. oktober í heyst. Tá verður skipað fyri einum stórum tiltaki, og verður norðurlendska bókmentavirðislønin handað samstundis, greiðir Sunleif Rasmussen frá.
? Norðurlandaráðið fyllir eisini 50 ár í ár, so hetta verður hátíðarhildið við einum braki. Statsleiðarar og nógv kend fólk verða við til handanina, sum verður send beinleiðis á øllum sjónvarpsrásum í Norðanlondum, og eisini onkur rás í Týsklandi fer at senda beinleiðis frá kvøldinum.
Sunleif er sjálvsagt ógvuliga fegin um at hava vunnið prísin, og sær hann fram til handanina í Finlandi um fýra mánaðar.
Sosialurin ynskir Sunleif Rasmussen hjartaliga tillukku við virðislønini.