Sunlin verður máls­við­geri á tekn­isku deild í Fugla­firði

Hon er 55 ára gomul, útbúgvin verkfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum ráðgevi á tekniska økinum

 

Fuglafjarðar kommuna hevur sett Sunlin Olavsdóttir Askildsen í starv sum málsviðgeri á teknisku deild hjá kommununi.

 

Sunlin er 55 ára gomul, útbúgvin verkfrøðingur við master í bruna og VVS/ HVS.

 

- Hon hevur drúgvar royndir sum ráðgevi á tekniska økinum, bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Í kunning sigur Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu, at Sunlin byrjar í starvinum hin 1. mars.

 

##med2##

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tekniskur leiðari hjá Fuglafjarðar kommunu er Harley Joensen.

 

 

 

Sunlin Olavsdóttir Askildsen