Sunneva elskar at flóta

Hon hevur arbeitt á løgregluskrivstovu í 23 ár, og serliga um sumrarnar eru hon og maðurin, sum er barberur og hevur klipt í Saltangará í 42 ár, ofta á floti. – Okkum dámar ómetaliga væl at fiska og flóta, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen

Sunneva er ættað úr Skálavík. Hon sleit sínar barnaskógvar í umhvørvinum á Mølini, har pápin, Viggo Dalsgaard, hevði handil. Mamman var Sigrun, ættað úr Flyttingi í Skopun. Tey gomlu eru bæði farin.
Longu sum 14 ára gomul fór Sunneva til Havnar á Føroya Fólkaháskúla, og her byrjaði so smátt hennara vaksnamannalív. Eftir háskúlan fór hon í húspláss í Havn, og haðani í læru sum skrivstovufólk í Landshandlinum.
Hin 28. desember í 1974 giftust Sunneva og Jógvan Hansen, sum er ættaður úr Leirvík. Tey bygdu sær hús í Saltangará, har tey hava búð øll árini síðan. Sunneva og Jógvan eiga trý vaksin børn, ein son og tvær døtur.

Heima í 13 ár
Eftir at tey giftust og fingu børn, var Sunneva heimaarbeiðandi í tilsamans 13 ár, til hon byrjaði at arbeiða í matvøruhandlinum, Jopo í Saltangará. Men her var hon stutt, kanska eitt lítið ár, til hon í 1989 fekk skrivstovustarv á løgreglustøðini í Runavík, sum varð bygd trý ár frammanundan.
Øll árini síðan – ella í 23 ár tilsamans – hevur hon soleiðis starvast á skrivstovuni hjá løgregluni, og her er hon so trúføst framvegis.
- Meginpartin av tíðini havi eg bara starvast í Runavík, men í einum tíðarskeiði á trý ár – árini 2007, 2008 og 2009 – arbeiddi eg aðru hvørja viku á løgreglustøðini í Klaksvík. Mær dámar ógvuliga væl í hesum starvi, og mær dámdi eisini at skifta ímillum Runavík og Klaksvík, sigur hon.

Ymiskar uppgávur
Sunneva Dalsgaard Hansen sigur, at uppgávurnar sum skrivstovufólk á løgreglustøðini eru rættiliga ymiskar og fjølbroyttar, men flestu uppgávur eru sjálvandi afturvendandi.
- Umframt tað dagliga við vanligari telefontænastu og avgreiðslu av ymiskum fyrispurningum og málum, arbeiði eg eitt nú við mynstringum, bátayvirliti, passavgreiðslu, innkasso-málum og við útlendingamálum, sum nú byrja úti á lokalu løgreglustøðunum.
Hon sigur, at áður noyddust tey av sýsluskrivstovuni umborð á skipini, tá manningin mystraði, og skipini skuldu loysa, men soleiðis er ikki longur.
- Nú fáa vit mynstringarseðlarnar við telefaksi, telduposti ella við vanligum posti, og síðan syrgja vit fyri, at mynstringin verður send avvarðandi pørtum.
Sunneva sigur, at innkasso-málini ofta gerast fleiri, tá umstøðurnar hjá fólki broytast, eitt nú við arbeiðsloysi – ella at viðurskiftini á annan hátt gerast truplari.
- Hetta er ein partur av arbeiðnum, sum skal gerast, og tú venur teg við tað, men slík mál eru ikki altíð so stuttlig at hava við at gera, leggur hon aftrat.
Onnur mál, sum viðhvørt eisini kunnu vera kensluborin, eru útlendingamál.
- Útlendingar koma nú á lokalu løgreglustøðirnar við umsóknum um arbeiðs-og uppihaldsloyvi, sum teir oftast hava fingið printað út á netinum. Vit avgreiða so okkara part av uppgávuni og senda málini víðari til røttu myndugleikarnar. Tá málini so eru avgreidd, og vit fáa tey aftur, stempla vit skjølini her hjá okkum.
Sunneva arbeiðir hálva tíð á løgreglustøðini í Runavík, og tað merkir, at hon hevur frí aðru hvørja viku. Hennara arbeiðsdagur er frá klokkan 8 til 16.
- Vit eru altíð tvær skrivstovukvinnur til arbeiðis í senn, og onkuntíð eru vit tríggjar. Arbeiðsumhvørvi er gott, og góð viðurskifti eru millum okkum á skrivstovuni og løgreglufólkini á støðini, sum eru stak fitt og fryntlig, sigur hon.

Elskar at flóta
Men arbeiðsdagurin í Runavík er ikki alt lívið hjá Sunnevu og manninum, Jógvani, sum so trúliga hevur klipt á Høgabóli í meiri enn ein mansaldur.
- Jógvan hevur klipt í 42 ár í Saltangará, og í ár eru tað fimmti ár, síðan hann byrjaði at læra hjá Eskild Norðbúð í Klaksvík, sigur Sunneva.
Stóra ítrivið hjá hjúnunum báðum er at vera saman á báti.
- Vit hava havt bát í nógv ár. Høvdu soleiðis eitt seksmannafar úr Kaldbak í fleiri ár, og nú hava vit ein Viksund Combi, sum er 23 føtur langur og er kombineraður til fiskiskap og frítíðarsigling. Seinasta leygardag vóru vit á floti eystur úr Mjóvanesi og fingu 150 pund av fiski. Hetta er bara ein túrur av mongum, sum vit hava gjørt saman.
Sunneva sigur, at tað er serliga um sumrarnar, at tey í frítíðini eru á floti, men tey plaga eisini at loysa aðrar góðar løtur gjøgnum árið.
- Vit eru fyri tað mesta eystanfyri. Plaga at leggja um Hamragrynnuna heiman fyri Nevið, og síðan fara vit eystur á leiðirnar við Høgnaboða, har nógv góð fiskimið eru.
Hon sigur, at Jógvan plagar at hava tein við fýra húkum undir snelluni, og sjálv hevur hon oftast dorg undir sínari snellu.
- Vísir tað seg, at tað tekur betri á agn, plagi eg at egna beiturnar, og tað riggar eisini, tá væl ber til. Vit brúka tær gomlu vágasnellurnar, og soleiðis er tað blóðtrýstið – og ikki oljutrýstið – sum er í gongd, tá vit eru á floti, leggur hon brosandi aftrat.

Stuttleikasigling
Hjúnini, Sunneva og Jógvan, eru við nýggja bátinum eisini vorðin partur av stuttleikasigling, sum hevur vundið upp á seg í Føroyum seinnu árini.
- Jú, vit hava verið á nøkrum stevnum, síðan vit keyptu hendan bátin. Vit vóru soleiðis á onkrari stevnu í fjør, og tá bátafestivalur var á Toftum herfyri, vóru vit eisini við har, sigur hon.
Sunneva og Jógvan hava havt nógvar góðar løtur saman í bátinum.
- Ja, tað er so heilt sikkur, at hetta hava verið ótrúliga góðar og gevandi løtur, bæði til likams og sálar, eins og vit soleiðis eisini eiga nóg mikið av ymiskum fiskamati gjøgnum alt árið, sigur Sunneva Dalsgaard Hansen.