Sunnudagin sigur FM1 frá B36-HB og Føroyar-Rumenia

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá B36-HB. Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal frá Føroyar-Rumenia, EM-undankappingardysti í hondbólti

Stórur og fjøltáttaður ítróttardagur verður á FM1 sunnudagin.

Millum klokkan 12 og 14.55 verður SportBoxin frá fríggjadegnum endursend. Fyrst hoyra vit flogbóltspaneli við Óla G. Samuelsen og gestum, síðan hondbóltspanelið við Sjúrði H. Hoydal og gestum, og eftir tað fótbóltspanelið við Tróndi Arge og gestum.

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá sera avgerandi dystinum í Betrideildini millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali. Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin millum NSÍ og Víking við Løkin í Runavík, og Eyðun Thorgeirsson verður heimildarmaður til dystin millum KÍ og ÍF við Djúpumýrar í Klaksvík. Allir dystirnir byrja klokkan 15.

Kunnað verður um gongdina í dystunum AB-Skála á Argjum og TB-EB/Streymur í Trongisvági.

Klokkan 17 sigur Sjúrður H. Hoydal frá EM-undankappingardystinum í hondbólti millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Rumenia. Dysturin verður spældur í høllini á Hálsi í Havn.

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo.  Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

In.fo hevur tekstfrásøgn frá teimum ymisku dystunum.

Hondbólts- og fótbóltssamrøður gjørdar á FM1 koma út á in.fo.