Sunnudags manipulatiónstímin

Prestanir dansa

í hvørt sínum svarta kjóla

og upp gjøgnum hvíta kraga

teir kjaftabreiðir kóla

um trýeinigheitina

Gud og Krist og Demon

ið kasta eld á

hvørja ateista lon.

 

Prestanir dansa

for glansibílata altartalvum

og alkoholfría vín teir

skonkja aftur við orðasalvum

av trýeinigheitini

Gud og Krist og Demon

teir lýsa frið

yvir hvørja kirkju lon.

 

Prestanir dansa

fram á kirkju gólvum

og hvør meinigheit fer aftaná

teim miklu orða vølvum

og trýeinigheitina

Gud og Krist og Demon

teir putta í lumma

og fara í egnu lon.