- Ósunnur matur skal vera nógv dýrari enn heilsugóður matur.
Tað heldur Kristianna Rein, forkvinna í diabetisfelagnum í Føroyum.
Netupp ósunnur kostur er ein av stóru syndarunum, nú diabetis vindur so nógv upp á seg, at tað er mestsum vorðin ein fólkasjúka.
Á kjakfundi, sum Sjúkrarøktrarfrøðideildin á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri hóskvøldið, segði hon, at vilja myndugleikarnir hava føroyingar at eta heilsugóðan kost, ber tað væl til.
Hon sigur, at tað ber væl til at bera so í bandi, at tann heilsugóði maturin verður nógv bíligari enn tann ósunni maturin.
Hon heldur, at tað kann gerast við at hava ymiskt mvg á ymsum sløgum av mati, so at tann ósunni maturin verður nógv dýrari enn tann heilsigóði maturin.
Hon tekur ikki politikarar fyri fult, tá ið teir siga, at tað ber ikki til at hava ymiskt mvg á ymsum vørum.
Sjálv hevur hon ferðast í Fraklandi og har er 5% í mvg á matvørum, men á øðrum vørum var mvg 18%, men á øli og rúsdrekka var mvg 25%.
Hon sigur, at eisini í Týsklandi og øðrum londum er ymiskt mvg á ymsum vørum, so tað er onki spøri í tí.
Eisini Mariann Paturson, dietistur heldur, at tað er ótrúliga nógvur vánaligur matur at fáa í handlunum.
Hon vísir á, at allir handlar hava fullar hillar av kipsi og øðrum av sama slagi og kølidiskarnir eru fullir av sodavatni og lidnum og hálvlidnum rættum.
Hon sigur, at tað ber ikki til at siga so nógv um matin, vit eta í Føroyum, tí ongar kostkanningar eru gjørdar seinastu 30 árini.
Men nógv bendir á, at maturin er ikki nóg heilsugóður og tá ið vit síggja úrvalið í handlunum, gevur tað okkum eina ábending um, at maturin, vit eta, økir um vandan fyri at fáa diabetis.
Snorri Patursson, kostfrøðingur heldur, at úrvalið av mati, sum stendur okkum í boði, er syrgiligt.
- Tað er bara at hyggja eftir, tí, matstovur hava at bjóðað børnum av pitsa sodavatni og øðrum.
Allastaðni verður lat upp til ovurát, sigur hann og eitt, hann sipar til, eru tey sjálvtøkuborð, sum eru nógvastaðni.
Kristianna Rein heldur, at bæði fíggjarliga og menniskjansliga er stórur vinningur í at leggja dent á fyribyrging.
Og skalt tú tosa um fyribyrging, er tað neyðugt at byrja tíðliga, í hvussu so er í barnagørðum.
Eisini, at tað almenna eigur at geva dagstovnum tilmæli um góðan kost til børnini.
- Ongin skúli skuldi verið bygdur, sum ikki hevði góðar matstovur, leggur forkvinnan í diabetisfelagnum í Føroyum afturat.