Sunnvá er dóttir Edvard og Biritu Lindenskov í Havn. Hon var gift við Terja Dal-Christiansen, sum doyði í november 2000 og áttu tey børnini Rosu Bergittu, Kára, Sofus og Hans Áka.
Meginpartin av sekstiárunum búðu Sunnvá og Terje í Danmark, men so skjótt tey fluttu heimaftur, fór Sunnvá aftur í Bókhandilin at arbeiða ? og hevur starvið í bókhandlinum verið hennara lívsstarv ? hon hevur ikki verið aðrastaðni.
Sum barn var Sunnvá von at koma í húsið hjá Hans í Bókahandlinum og Kate, ommusystirin í Nýggjustovu var vermóðir Hans, so tann kendskapurin hevur kanska gjørt sítt til, at hon á sinni kom í Bókhandilin.
Og tey, sum eru von at keypa í Gamla Bókhandli kunnu eisini sanna, at krambakvinnurnar har eru týdningarmikil partur av ímyndini av hesum gamla handlinum í søguríka gamla real- og læraraskúlanum.