Tað var Sunrid Nielsen, sum átti seðilin, ið fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum um tær 3,6 miljónir krónurnar, sum høvuðsvinningurin var í kvøld.
Dóttir hennara, Sólveig Leonsson, var fjarritari, og í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við 10 hevði givið Sunrid Nielsen 200.000 krónur.
Hóast 200.000 krónur er ein hampiligur vinningur, valdi Sunrid Nielsen at lata dóttir sína snara hjólinum aðru ferð og heppin, sum hon hevði verið á kvøldinum, steðgaði hjólið í øðrum drátti á gula leypinum.
Áðrenn hjólið varð drigið fyrstu ferð í kvøld, hevði Sunrid Nielsen ynskt, at høvuðsvinningurin varð deildur millum teir tríggjar leyparnar við 1,2 miljónum krónum í hvørjum leypi.
Og tá so hjólið í øðrum drátti steðgaði neyvt á gula leypinum, gjørdist Sunrid Nielsen eisini 1,2 miljónir krónur ríkari, umframt vinningin hjá Borg, sum frammanundan var í leypinum og hevði eitt virði av 35.000 krónum.
Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum 2,4 miljónir krónur.