Super Bowl verður í kvøld

Stutt áðrenn midnátt í kvøld sita væntandi 189 milliónir og hyggja at sama dysti.

Í kvøld kl.23.30 føroyska tíð verður stóra finalan í amerikanskum fótbólti, sum gongur undir heitinum Super Bowl og er ímillum heimsins størstu eindags tiltøk.


Tað er í ár 50. ferð, at Super Bowl verður spælt, og liðini, sum hittast á nýggja Levi's Stadium í Santa Clara, Kalifornia, eru Carolina Panthers og Denver Broncos.


Dysturin í kvøld verður møguliga hin seinasti hjá víðagitna quarterbackinum Peyton Manning, sum hevur givið ábendingar um, at hann møguliga gevst nú hann er vorðin 39 ára gamal.


Sum vera man, so spara fyrireikararnir seg ikki. Undan dystinum syngur Lady Gaga amerikanska tjóðsangin, og í hálvleikssteðginum syngja og spæla Coldplay saman við Beyoncé og Bruno Mars.


Sjónvarpsstøðin CBS hevur rættindini til dystin í kvøld, og har eru lýsingaprísirnir sum altíð sera høgir. Ein lýsing kostar hesaferð 33,4 milliónir krónur fyri ein hálvan minutt.


Hinvegin, so røkkur lýsingin út til nógvar hyggjarar. CBS sigur seg vænta 189 milliónir hyggjarar í ár í mun til 183 milliónir hyggjarar í fjør.


Føroyskir hyggjarar hava møguleikan at síggja dystin á 3+, har upptaktin byrjar kl.21.00 áðrenn avsparkið kl.23.30.