At selja dekk til øll sløg av akførum krevur góða tænastu, ásannar stjórin á dekksøluni Super Dekk við Hoyvíksvegin í Havn, Fríðrikur Bláhamar.
Hann hevur tí saman við starvsfólkum á fyritøkuni umbygt ein Mercedes-Benz Sprinter til servicebil. Bilurin er sergjørdur til allar tær arbeiðsuppgávur, sum ein nútímans dekkverkstaður eigur at kunna bjóða seg fram til.
Tað eru ikki øll akfør, sum kunnu koma á verkstaðið, tá tey eru punkteraði, sum t.d. trukkar, gravimaskinur og onnur arbeiðstól.
Servicebilurin er eisini til aðrar uppgávur í høvuðsstaðarøkinum, sum t.d. um ein bilur punkterar, og bilførarin av eini ella aðrari orsøk ikki hevur møguleika at skifta hjólið.
Tá er neyðugt við einum væl útgjørdum servicebili, sum hevur øll tey neyðugu amboðini og kompressara við nóg mikið av lufttrýsti, sigur Fríðrikur Bláhamar.