Super túrur

Sóleyð Hansen

Eg var ein av teimum ungu, sum vóru við Norønnu á ungdómstúrinum í vikuskiftinum. Haldi hetta var ein sera sera góður túrur, og eg vil hervið nýta høvi at takka Smyril Line fyri túrin.
Eisini haldi eg, at fólkini sum arbeiddu umbord tvs kantinufólk, barrvørar, fólk sum arbeiddu við kunningardiskin og vaktirnir umborð vóru sera vinarlig og gjørdu eitt gott arbeiði. At arbeiða umborð á einum skipi, har flestu ferðafólkini eru ungfólk ímillum 15 til 25 ár, sum eru komin umborð at ballast, er ikki bara sum at siga tað.
Tað er eingin loyna, at nógv alkohol bleiv drukkið á túrinum. Nøkur blivu enntá so full, at tey máttu í brummuna umborð at sova rúsin av sær. Tó haldi eg, at vaktirnir og starvsfólkini á Norrønu allatíðina høvdu tamarhald á støðuni umborð. Sambart fjølmiðlunum vóru fleiri bardagar á túrinum, men eg má siga, at eg hvørki sá ella hoyrdi nakra keðiliga hending, so hvussu nógv hald er í hesum bardaga søgunum veit eg ikki.
Summi høvdu gott nokk hug at føla seg í so nógv sum heima, við tað, at tað bleiv bæði ballast og roykt inni á kømrunum og á couchettu plássunum. Fólk fingu klárt at vita, at tey ikki skuldu gera hetta, men tíanverri bleiv tað ikki lurtað eftir boðunum. Úrslitið bleiv sjálvandi tað, at fleiri av kømrunum og couchettu plássunum vóru sera skitin.
Norrøna var avgjørt ikki ein vøkur sjón hjá ferðafólkunum, sum komu umborð í Hanstholm. Eg tosaði við onkran av teimum, og tey hildu at skipið var virkuliga skitið meini enntá orðið ólekkurt bleiv brúkt. Tó vil eg her siga, at eg ikki oftani sá fólk ganga og gera reint umborð á skipinum. Manglaðu vit handklæðir ella wc pappír inni á kømurunum, máttu vit sjálvi til kunningardiskin at spyrja eftir hesum. Gongsfólk vóru mær vitandi ikki inni á kømrunum. Hendan tænastan haldi eg kundi verið eitt sindur betri. Annars havi eg avgjørt ikki nakað annað negativt at siga um tænastuna, sum vit fingu umborð. Hon var góð.
Hýrurin á fólki var sera góður allan túrin, og eg eri vís í, at skipar Smyril Line fyri einum líknandi túri aftur, verða tað nógv fólk, sum fara at bíleggja sær ein ferðaseðil.
Tað er sjálvandi spell at skipið bleiv so illa dálkað. Skuldi Smyril Line skipa fyri einum líknandi túri aftur, kundu teir kanska hækka aldursmarkið á fólki, sum sleppa við og havt fleiri vaktir umborð. Tað hevði kanska hjálpt.