Super trio á Skarv

Talan er um Kim Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen 2. feb. 2008 verður tað, ið kanska kann kallast Føroya Besta Trio í Keypmannahavn, har henda trio fer at spæla á Skarv. Talan er um Kim Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu Joensen. Teir tríggjir mannaðu saman við Jens Marna, Showmenn, sum av teimun flestu man verða mettur millum Føroya bestu dansibólkar. Teir hava eisini spælt við einum ótali av ørðum Føroyskum bólkum. Teir tríggjir hava spælt saman við so gott sum øllum føroyskum tónleikarum, umframt at teir hava spælt saman við kendum útlendskum tónleikarum, so sum Eran DD, Sanne Salomonsen, Maggie Reilly.

 

Leygarkvøldi 2. feb. fara teir so at taka Keypmannahavn við storm, tá ?Meistarin? ferð at spæla til ?Bygdaball?. Og man ikki onkur gestastjørna vísir seg fyri at halda føðingardagin hjá James, og koma upp á pallin fyri at jamma við.