Tað er ikki á hvørjum degi, at Super-Dekk fær slíkan ordra. Hesi dekkini eru 207 cm høg, 97 cm breið og tey viga 1189 kg hvørt. Eitt tílikt dekk kann lasta 21,2 tons og tað kostar umleið 60.000 krónur.
At skøða slíka gravkúgv kostar sostatt út við fjórðingsmillión.
Fríðrik Bláhamar, stjóri á Super-Dekk í Havn sigur, at tað eru átta ár síðani, at fyritøkan seinast seldi eitt dekk í hesi dimensión.
Landsverkfrøðingurin stóð og manglaði eitt tílíkt dekk, men av tí at bíleggingartíðin er long, valdu teir at keypa eitt heilt sett til eina aðra gravkúgv, og tískil vantar Fríðrik Bláhamar næstu tvey dekkini av hesum slag seinni í mánaðinum.