Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Sørensen, fekk í kvøld sínar fyrstu minuttir í donsku Superliguni fyri AaB. Gilli kom inn á vøllin, tá umleið 10 minuttir vóru eftir av dystinum.
Tíverri fyri Gilla og AaB, so taptu teir tó útidystin móti FC Vestsjælland 1-0.
Tað er tó gleðiligt fyri føroyskan fótbólt, at Gilli nú er frískur aftaná skaða, og at hann av álvara bjóðar seg við í kappingini um spælitíð í Aalborg.