Superliga: Fýra javnleikir í dag

Annað umfar í bestu donsku deildini í mansfótbólti varð spælt í vikuskiftinum. Fleiri av DM favorittunum mistu stig í fyrsta umfari, og var har tískil eitt ávíst trýst á teimum undan dystunum hetta umfarið

 

 

Annað umfar í bestu donsku deildini í mansfótbólti varð spælt í vikuskiftinum. Fleiri av DM favorittunum mistu stig í fyrsta umfari, og var har tískil eitt ávíst trýst á teimum undan dystunum.

 

FC Midtjylland skuldi fyrst í eldin, og greiddu teir sína skyldu í gjárskvøldi, tá ið teir vunnu 0-1 á útivølli móti Aab. Junior Brumado skoraði málið hjá FC Midtjylland. Dysturin var rímiliga javnur, men “úlvarnir” úr Herning vóru kaldari í avgerandi løtunum. FC Midtjylland hava eftir dystin í gjár 4 stig.

 

 

 

 

 

Ússaligt FCK avrik

 

Í Parkini tóku FCK ímóti Silkeborg í góðveðrinum. Eftir 2-2 javnleikin í fyrsta dysti, var stórt trýst á heimaliðnum. Hetta var tó ikki nóg mikið í dag, tí FCK spældu ein taman 0-0 javnleik. Avrik teirra var heldur einki at skriva heim um, og vóru Silkeborg líka nær við at taka øll stigini, sum heimaliðið var tað. Ónøgdsemi hoyrdist eisini á heimaáskoðarunum, ið góvu ljóð um allan vøllin. Silkeborg halda fram við góðu gongdini leikliga, og hava teir nú eisini tvey stig á kontuni.

 

 

 

Brøndby misti eisini stig

 

Meistararnir frá í fjør, Brøndby, skuldu spæla móti Viborg í kvøld. Stemningurin var sum altíð framúrskarandi á Brøndby Stadion, og veðrið var heldur einki at klaga um. Josip Radosevic legði Brøndby á odda eftir 21 minuttir uppá beinleiðis fríspark. Viborg hóttu mest uppá deyðbóltsstøður, og var tað eisini eftir eitt innkast, at Lars Kramer flott fekk skotið bóltin upp í málhornið til 1-1. Tað gjørdi eisini endaliga úrsliti, og hava bæði Brøndby og Viborg av tí sama tvey stig fyri tveir dystir.

 

 

 

Merkisvert er, at allir fýra dystirnir, sum vórðu leiktir í dag, endaðu við javnleiki.

 

 

 

Dagsins úrslit

 

 

 

FC Nordsjælland-AGF 0-0

 

 

 

Randers-OB 1-1

 

 

 

FCK-Silkeborg 0-0

 

Brøndby-Viborg 1-1