Hóast talan gjørdist um niðurflyting við Fremad Amager í fjør, so er ítróttarliga málið hjá FC Amager framvegis superliga í 2011. Júst nú skal felagið fyrst og fremst stabiliserast í 1. deild, men komandi ár verður meddað eftir top-8, og so skal talan verða um uppflyting. Og nógv bendir á, at hetta árið verður møguleikin serliga stórur, tí í løtuni verður arbeitt við at víðka superliguna upp í 14 ella 16 lið. Og verður víðkanin veruleiki, verður fyrsta árið við eini breiðari superligu helst kappingarárið 2011/12.