Tað er í dag klokkan 17:00 at besta deildin í Danmark aftur fer av bakkastokki eftir ein summarsteðg. Tá spæla Viborg og FC Nordsjælland.
Heili fýra føroyingar spæla dagliga í bestu donsku deildini. Teir fýra eru Gilli Rólantsson Sørensen sum spælir fyri AaB í Alborg, Hallur Hansson sum spælir fyri AC Horsens, Jóan Símun Edmundsson sum spælir fyri OB í Odense, og eisini Brandur Hendriksson Olsen sum spælir fyri donsku meistararnar úr FC Keypmannahavn.
Ein av føroyingunum skal í eldin í kvøld. Tað er Jóan Símun Edmundsson, sum er við í hópinum hjá OB, sum í kvøld klokkan 19:15 skal spæla á heimavølli móti uppflytarunum úr Silkeborg.
FC Keypmannahavn, sum ikki hevur Brand Hendriksson Olsen í hópinum í løtuni, skal í morgin spæla fyrsta dystin móti einum av hinum uppflytarunum úr Lyngby.
Mest áhugaverdi dystin fyri føroyingar er sunnudagin, tá liðini hjá Gilla Sørensen og Halli Hansson bresta saman. Tann dysturin verður spældur í Aalborg sunnudagin klokkan 15:00. Tað er væntandi undan tí dystinum, at bæði Gilli Sørensen og Hallur Hansson koma at fáa spælitíð.