Bjarti skjýtur upp at vit byggja verðsins stórstu myllu á Sumbiarstein og so fyribils gloyma íslandskaðalin, og vísir annars í grein síni til ráðgeving landstýrisins, Jarðfeingið, ið í samrøðu við Vinnuvitan rør uppundir at føroyingar tá kunnu seta alla tað vindorku upp okkum lystir.
Rætt er, sum Bjarti vísir til, at Vinnuvitan her átti at sett spurnartekin við dreymasjón Bjarna Djurholms, landstýrsimanni í orkumálum.
Tó fer Bjarti Thomsen heldur lætt um álvarsmálini, Kyoto og so nøktan av framtíðar orkutørvinum. Eingin ivi er at Íslandskaðalin skal tæna fjálturstungna landsstýrismanninum nú valið nærkast í stórum, men at vit fyribils skulu steðga við Íslandskaðalinum, kann tykjast undarligt tá slíkur kann slitna eina viku ella 5 ár ella 15 ár eftir at hann er lagdur.
Bjarti rør uppundir at vit kunnu nøkta allan tørv til upphiting og ravmagn við vindorku og vatnorku. Bjarti sigur seg vera sivilverkfrøðing, er vist eisini í almennum føstum starvi, og fær harafturat hundraðtúsund kónur til eitthvørt arbeiði við megaverkætlan hjá sama landsstýrsimanni. Sum Bjarti sigur er gott at onkur hevur beinini á jørðini og fatur í rætta endanum, og sipar hann her til nýggja SEV stjóran, ið ikki enn er komin í nýggja starvið og tí sjálvandi ikki er so áhugaður í stórvegis útgreiningum. At sjónvarpsverturin er dugnaligur er so ikki at taka aftur.
Tá Bjarti, sum gott er, leggur seg út í kjakið um Kyoto og orkupolitikk, kann eftirlýsast eitt meira ítøkiligt ella konstruktiv og uppbyggjandi íkast , heldur enn at missa sambandið við jørðina og tosa um verðsins stórstu myllu á Sumbiarsteini. Ein slík mylla kann so á ongan hátt framleiða allan okkara orkutørv, og harafturat finnast fleiri aðrir møguleikar enn bert vindorka og vatnorka.
Fyri at stuðla undir Bjarta Thomsen, og fáa hann longur inn í Kyoto- og orkukjakið, so kann upplýsast at okkara oljubrúk til upphiting og ravmagn er góð 94.000 tons av olju. Umroknað til ravmagn, og uttan at hugsa um nýtslustig til framleiðslu av heitum vatni, so svarar tað til 1.090 mill.KWtímar. Hetta er 4 ferðir okkara samlaðu ravmagnsframleiðslu. Um vindorka alleina skal nøkta henda tørv og vit t.d. brúka 2MW myllur, so skulu “einans” setast upp 125 myllur. Kostnaður: 2.milla.kr.
Her er ikki tikin hædd fyri sparing í orkubrúkið, betur bjálving, hitapumpur, EL-sparitól, sólorka, alduroka, sjóðarfallsorka, avlopsorka frá ov nógvum vatni á vetrartíð, pumping og endurnýtsla av vatnorku, osmosa, o.a.
Hvar vil Bjarti Thomsen hava allar hesar myllur settar upp? Hvar er landsplanleggingin?
At Sumbiarsteinur kann nýtast til eina vindmyllu er púra rætt, men økið úr Akrabergi til Sumbiarstein/Flesjanar er um 9km2 stórt og við dýbd millum 13 og 36 metrar, ið er sera væl hóskandi til offshore myllur.Her kunnu setast einar 130 myllur upp, men er nokk ynskiligt at spjaða tær nakað yvir landið – og so sjálvandi eisini nýta aðrar orkukeldur m.a. sjóðarfallsorkuna, ið gevur líka so dygdargott ravmagn sum vatnorkan.
Sóknast verður eftir áhaldandi og ítøkiligum íkasti frá Bjarta Thomsen til hvussu vit loysa Kyototrupulleikan og orkutørvin – heimsins stórstu vindmyllu má hann ikki rokna við sum royndarprojekt á okkara leið.