Kári á Rógvi, løgtingsmaður
-------
Vit, búnaðarfólkið í Føroyum, hava rikið tilfeingisvinnu í túsund ár. Mangan kláa vit okkum í nakka, tá ið teir við hjallinum á sjónum práta sítt prát. Vit hava vita í øldir, at tøkan má setast eftir áseyðatalinum – ikki eftir, hvat ásurin rúmar.
Nú tey tosa um at bjóða Sjálvstýrisflokkinum í samgongu, skal eg bara gera greitt, at politiskur siroppur hevur ongan áhuga. Vit sendu fyri valið okkara kontrakt við veljaran í hvørt hús, og eru tí longu í samgongu. Har stóð millum annað lyfti um burðardygga og skynsama fiskivinnu. Vil landsstýrissamgongan fremja hesa kontraktsáseting okkara og samstundis leggja upp fyri avleiðingum av veiðiumskipan fyri útjaðaran umframt at lyfta mentamál og menningarætlanir, so eiga vit at kunna semjast.
Við orðum so føgrum hann lokkar á Økrum
Tann altíð snotiligi Jacob Vestergaard hevur undan viðgerðini av fiskidøgunum begingið eina grein, har hann ávarar um at “tilmælini bert eru metingar” frá fiskifrøðingum, og at tillagingar í veiðitrýsti mugu gerast líðandi “soleiðis at vinnan og Føroya land ikki missur fótafesti.”
Hetta svarar til, at hagafundur samtykkir, at av tí at røktingarmenn í víðum óstikaðum haga ongantíð kunnu gera annað enn “metingar” um áseyðin og lembingina árið eftir, so skal tøkan bara broytast so líðandi, so at eigararnir líkasum ikki missa hugin. At staðfesta at áseyðatalið minkar ár undan ári, at markaðu lombini fækkast – slíkt tykist onki at hava at siga á Økrum, har tøkan má vera antin tann sama sum árið fyri ella í øllum førum svara til, hvat rúmast á ásinum í hjallinum hjá hvørjum einstøkum eigara í haganum. Antin er óvanliga væl lambað á Økrum, ella er her talan um at gera eitt á landið og prædikað annað á sjónum.
Toskur, hýsa og onnur fylgi við í tí stóra felanum, vit nevna føroyska landgrunnin, eru illa fyri í áseyðatali, og onki dráp er í tí nógva, sum fæst í rætt. Einasta at gera eftir fornum merki er at minka tøkuna og seta sumt á básin. Slíkar harðar men neyðugar avgerðir hava vit tikið her á landi øld eftir øld. Men hetta søguliga sæð stutta eygnabragdið, tá ið føroyingar eitt skifti gjørdust veiðimenn, hevur skaklað røktarmentan okkara. Nú mugu vit tó aftur á beint og sum Trolpól á sinni, ið “nevan í keysina sló,” geva greið boð: burðardygt merkir at laga tøku eftir stovni og ikki øvugt!
Útgerðarmenn og fiskimenn hava alla virðing og góðsku uppirborna, men taka vit stovnin niður, so verður bert æti at fiska í framtíðini; seta vit heldur hóskandi við, verður tað lívgaða slagið álitið um nøkur ár.
Vís sølumonnum okkara størri virðing!
Annar garpurin at stinga snýðið fram er Vinjard Joensen. Hesin fyrikomandi maðurin situr viðhvørt á tingi fyri Miðflokkin, men fæst annars við at selja køkar.
Helst hevur hann sum so mangur kroniska ilsku í samvitskuni, tí hann ikki hevur migið nóg nógv í saltan sjógv. Hesin annars so smílandi og sakligi hampamaður leggur í grein eftir tilfeingismálaráðharranum og løgmanni og biður hesar vísa “sjómonnum okkara størri virðing.” Hetta sigur hann við menn, har annar er kendur fyri at hava sitið á ísflaka og sveisa leka, og hevur staðið meginpartin av ævini á skipsdekki, á brúnni ella á útgerðarskrivstovu, og hin er kendur sum ágrýtin útróðrarmaður.
Helst fóru vit øll betur, um Tobbi lærdi at ansa sínum fílakorpussi í fólkaræðisligu glasbutikkini, og eisini um løgmaður fekk betri uppsikt, men at snákaður køkseljari skal ákæra ísbardar sjógarpar fyri ikki at virða siglandi fólkið, er antin grundað í undirvirðiskenslu ella í teirri beru lifran fyri ávísum akvøðuligum málbólki.
Vinjard er fortalari fyri ævigum skattalætta, studningi og øðrum fiski-framíhjárættindum, tí annars hava vit “ongan møguleika at menna fiskivinnuna til eina framkomna vinnu.” Makan til tómgongd og torvmold! Oyðimarkarsiglingin seinastu hálvu øldina við avlagaðum vinnukørmun hevur júst forðað fiskivinnuni í at gerast framkomin. Landið er við sínum politikki orsøkin til at ov nógv skip og ov nógv fólk kappast um eina alt ov lítla úrtøku.
Mínar royndir eru, at veruliga veðurbardir sjógarpar hava sína greiðu støðu: fiskivinna skal vera sum aðrar, studningsfrí og burðardygg. Bara tí menn ikki hava verið við snurpinót ella svøvlalínu, skulu teir ikki kenna seg sum svíkar. Tað krevur sanniliga eisini sín mann at vita, hvørjir bakarovnar eru ráðiligir at hava á goymslu og altíð tryggja kundum sínum kappingarførar prísir. Heldur enn at billa fólki inn, at onkursvegna eiga øll at tæna sína verjuskyldu til sjós og ikki liggja til byrðar á landi, so átti vinur mín Vinjard at víst sølumonnum og seymkonum størri virðing og sagt sum er, at búskapur og vælferð okkara krevja, at øll gera sítt, og at sum fá sum gjørligt ganga hvørja ódn og hvørja vakt.
Tarabýti
Í mong ár havi eg býtt tøkuna Úti á Bjørgum – hon verður ásett eftir áseyðatalinum í haganum, ikki eftir ásinum í hjallinum. Forfedrar mínir í Dalsgarði høvdu tarabýtið í Skálavík um hendur, og hjá teimum bar ikki til at býta annan tara enn tann, ið tøkur var, men teir vóru eisini góðir við smámannin, tá ið umstøðurnar gjørdu at minni var at býta.
Nú er mín tími komin, og fari eg ikki at bregða úr ætt!