Kommunurnar í Norðoyggjum arbeiða í løtuni við at fyrireika yvirtøkuna av eldratænastuni í økinum, og í tí sambandi er Súsanna Olsen sett sum verkætlanarleiðari.
Seinastu tíðina hava kommunurnar í Norðoyggjum samskift um, hvussu samstarvið innan eldraøkið í Norðoyggjum best verður skipað, nú Føroya Løgting hevur samtykt, at kommunurnar skulu yvirtaka ábyrgd og umsiting av økinum pr. 1. januar 2015.
Eisini hevur samskifti verið við umboð fyri stovnar, fakbólkar og áhugabólkar innan eldratænastuna, har hesi hava fingið høvi at siga sína hugsan um, hvussu eldraøkið kann verða skipað undir kommunanna ábyrgd. Í næstum verður arbeiðsbólkur settur at arbeiða víðari við hesum.
Ein liður í fyrireikandi arbeiðnum er at seta ein verkætlanarleiðara at samskipa fyrireikingarnar av kommunalu yvirtøkuni, og er avtala nú gjørd við Súsonnu Olsen um at taka sær av hesari uppgávu.
Súsanna Olsen er bachelor í sjúkrarøkt og hevur ein yvirbygnað sum Master of Hospital Ward Management frá Syddansk Universitet. Harumframt hevur Súsanna fjølbroyttar arbeiðsroyndir, eitt nú sum sjálvstøðug vinnurekandi, innan heimatænastuna, sjúkrarøktarfrøðingur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, leiðari á eldrasambýli og leiðari fyri sjúkraflutningstænastu.
Ein av seinastu uppgávunum hjá Súsonnu Olsen hevur verið at virkað sum ráðgevi í sambandi við nýggja talgilda heilsuskipan á Dronning Ingrid Hospital í Nuuk.
Uppgávan hjá verkætlanarleiðaranum verður – í samstarvi við viðkomandi partar – at lýsa eldraøkið í Norðoyggjum fíggjarliga, tørvsliga og bygnaðarliga og við støði í hesum at samskipa arbeiðið at gera eitt tilmæli um skipan av eldratænastuni í Norðoyggjum.