Motorsúkklublaðið testaði herfyri fýra motorsúkklur í sama klassa. Talan var um Honda CBF 1000A, Yamaha FZ-1S, BMW K1200R og Suzuki Bandit GSF1250.
Í hesi testini var serligur dentur lagdur á t.d. motorkraft, girkassa og bremsur og fjaðraskipan, eins og koyrieginleikar sum heild. Suzuki Bandit vann við 447 stigum framman fyri Yamaha FZ-1S, BMW K1200R og Honda CBF 1000A.
Tað er Sp/f MC-Sølan í Slættanesgøtu, sum selur Suzuki motorsúkklurnar í Føroyum.