Suzuki Intruder cruisarar

Intruder eru nakrar av flottastu cruisarunum hjá Suzuki. Tær verða gjørdar í trimum ymiskum 1800 útgávum: C 1800 R, M 1800 R2 og M 1800 R/Z

Japanska Suzuki verksmiðjan er ein av heimsins størstu motorsúkkluverksmiðjum við einum stórum programmi við nógvum ymiskum motorsúkklum. Ein av nýggjheitum frá Suziki er Intruder C 1800 R, sum er ein tekniskt framkomin motorsúkkla við trygdini í hásæti. C 1800 R útgávan er ein flott súkkla við klassiskum designi, meðan Intruder M 1800 R2 og Intruder M 1800 R/Z faktiskt eru somu súkklur og so gott sum óbroyttar frá í fjør.


Motorarnir eru teir somu á øllum útgávunum: 1,8 litra vatnkøldir V2 (4-takt) motorar við 114 hk (C 1800 R) og 125 hk (M 1800 R2 og M 1800 R/Z).


Súkklurnar taka seg væl út og eru góðar at sita á og at koyra. Tær eru kvikar og koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring.


M 1800 R2 og M 1800 R/Z eru næstan eins men við ymsikum frávikum sum t.d. er munur á forlyktunum. Nógv er gjørt burturúr designinum, sum er í nýggjasta og mest nútímans stíli.


Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar.

Fyritøkan umboðar motorsúkklumerkini Kawasaki og Ducati. Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður. Suziki er Intruder kosta úr kr. 134,677-