Svágur stuðlar Mælt um Hanus Hansen

Hóast vit skulu eitast at hava eitt public service kring­­varp – so er tað ikki all­­ur ver­­­u­­leikin kortini.

Umframt at Krinvarpið krevur skatt frá fólki, so verð­ur ein sending sum Mælt stuðlað av vinnu­lívi­­num, sum so fær okkurt aft­­ur­­fyri.
Í Mælt sendingini síðsta fríggj­­­­­a­kvøld var orðið frítt hjá Han­­usi Hansen, reiðara í Klaks­­vík.
Sum kunnugt koyrdi løg­­mað­­ur Ják­up Mikk­el­sen frá sum lands­­stýr­­i­s­­mann, tí hann var ó­­gegn­i­g­u­r vegna sín svág­­ar­­skap við Hanus Han­­sen.
Tað var júst Kringvarpið, sum gjørdi nógv burtur úr hes­­um máli.
Men fríggjakvøldið var alt hetta stríðið gloymt, tí nú takk­aði Kring­varp­ið Kjøl­­bro Heilsølu »fyri stuð­ul­in« í rulli­­tekst­­i­num aft­­an á send­­ing­­ina við Hanusi Han­­sen. Stjóri í Kjølbro Heilsølu og sami Jákup Mikkelsen.
Nú er tað hvørki Han­us Hansen ella Ják­up Mikk­el­sen, sum hava trup­ul­leik­ar við trú­virð­i­num. Nú hevur Kring­varp Føroya ein stóran trú­virð­is­trup­ulleika...